Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni

tórbjørn jacobsen

Lúturin

tórbjørn jacobsen

Tráðan

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag

Verandi rættindi í vanda


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Torradagar: Frits Johannesen greiddi frá um pápan – í Smæruni


Skrivað hevur Dávur Winther 17.02.2017 - 11:29

Lýsing Lýs her...

Frits Johannesen greiddi frá um pápa sín, Theodor, sum sigldi nógv og var m.a. stýrimaður við Ólavi Halga í mong ár. Hetta var frásøgn, sum var partur av torraskránni.

Frits vísti á foreldrini og syskin teirra sum guðsóttandi fólk, sum eisini høvdu upplivað sorg. Nevndi sum dømi, at tá ið eplini vórðu sett niður, varð hildin bøn – eisini tá ið eplini vórður tikin upp.

Hann fortaldi frá søgum um pápa sín, sum m.a. fiskaði við róðrabáti við Langanes í Íslandi. Theodor sigldi eisini úti í stóru verð – til Russlands, Kuba, USA og aðrastaðir við.

Tí kom FRits inn á Funnings-Fíu, sum helt at tað vera undarligt, at Theodor, sum hevði siglt um allan heimin, fekk sær konu úr Oyndarfirð. Tá helt hon, at Kristian, maður hennara (farbróður Frits) var frægari, hann fekk sær konu úr Funningi - eitt lítið sindur longri burtur enn Oyndarfirði er frá Fuglafirði.

Við myndum varð greitt frá ferður við Ólavi Halga, har Theodor hevði verið stýrimaður í mong ár m.a. við Jákup Oluf á Lakjuni,Olaf Olsen sum skipara

Símun, farbróður Firts, málaði – Hann sigst vera fyristi málari í Fuglafirði, verður sagt. Hann málaði eisini leiktjøld til sjónleikir, sum spældir vóru í Fuglafirði.

Eisini var nógvur sangur og tónleikur í familjuni og hevði Theodor gott mál.

Var við Hjørdis og Jón Baldvinsyni, sum fórust í 1954 og 1955. Theodor plagdi at taka til, at hann misti altvið Hjørdis og restina við Jón Baldvinsyni, sagt við einum skálkasmíli.

Út at sigla

Í 1928 fer Theodor 27. oktober við Silver Linning. Teir vóru14 dagar um ferðina av Fuglafirði til Keypmannahavn í ringasta veðri. Theodor fer higani við einum Maersk-báti og heldur jólaftan í Lenengrad í 28 froststigum. Í 1929 fer hann til USA og siglir har yviri í eina tíð.

í 1930 er hann við Fraternitas, einum norskum hvalakókara, har teir hildu jól í Suðuríshavinum har – teir høvdu 28 grísar við og 14 teirra vórðu flettir til jóladøgurðan.

Við á ferðini vóru fimm hvalafangarar Fraternitas 1, 2, 3, 4, og 5. 220 mans vóru til samans við bátunum.

Teir tóku bert spikið og kúlurnar, restina – hópin av tvøsti av flensaður hvalunum, fóru hávarnir og bóghvítuhvalir, ið har vóru, við.

Eftir ferðina í Suðuríshavinum, ferð Theodor á skiparaskúla í 1931.

Frits greiddi frá mongum øðrum ferðum og vandaferðum, Theodor var fyri, sum er ov drúgvur at koma inn á her.

Ein hugtakandi løta í fullsettu Smæruni – og Frits Johannesen er avbera góður frásøgumaður.

Lýsing Lýs her...