Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Torradagar í Klaksvík


Skrivað hevur Dávur Winther 09.01.2017 - 23:06

Lýsing Lýs her...

Nú stundar Torratíðin aftur til – dagarnir verða hildnir í Klaksvík 13. – 18. februar 2017 við nógvum ymisku á skrá innan sjóvinnu og sjólív.

Eftir ætlan verður eisini ein serligur fyrilestur ella framløga um Flemish Cap við Kjartan Kjartansson, skipara og Sigmar Bjáberg, rithøvundi. Framløgan verður í miðhøllini á Skúlatrøð leygardag 18. februar 2017 kl. 15.00 og hevur heitið ”Søgur av Flemish Cap”.

Tað finnast rættiliga nógvar myndir og filmar. Hugaligt hevði verið at fingið avrit av onkrum myndum at vísa henda dagin!

Annað, sum eisini er umráðandi í hesum sambandi er, at fáa eitt gott prát aftaná við einum góðum kaffimunni, har oftani nógv gott “reyp” stendst av. Tí verður boðin ein góður kaffimunnur aftaná.

So tit eru vælkomnir til Torradagar í Klaksvík, har m.a. tónleikur, framløgur um makrelin & fiskimarkið, um Kuba-bátarnar, plast í sjónum, fiskivinnutingið - har floksformenn á tingi siga sína hugsan um tilstundandi fiskivinnunýskipanina, hvat sigur fiskivinnan um fiskivinnunýskipanina – har vinnan kjakast um ætlaðu fiskivinnunýskipanina, søgur av Flemish Cap og ymiskt annað er á breddanum.

Neyvari skrá verður tøk seinni.

Seinasta freist at senda tilfar til skránna og tíðindastubba til Torrablaðið er 3. februar 2017.

Lýsing Lýs her...