Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir


18.02.2017

Ársaðalfundur

18.02.2017

Floksting 2017


Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Torradagar - týsdagur


Skrivað hevur Dávur Winther 13.02.2017 - 21:31

Lýsing Lýs her...

Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00

Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna.

Leikalund – Bindicafé kl. 13.00 – 16.00

Leikalund bjóðar á Bindicafé.

Bjóðað verður kaffi og te við retro-køku í søguligu hølum Leikalunds.

Húsarhaldsskúlin – kl. 16.00 – 21.00Framsýning av næmingaarbeiði.
Á skránni er m.a. mótasýning, og til ber at royna góðan mat
og annað leskiligt, sum tey læra at gera á skúlanum.

Smæran – kl. 15.00
Andrass F. Joensen, ættaður av Húsum – “Drekin og aðrir grindabátar”

Drekin er smíðaður í 1917, og er tí í ár 100 ár. Andrass, sum er útbúgvin skipasmiður á Klaksvíkar Sleipistøð, sigur søguna um Drekan, Biskupstøðbátin og aðrar grindabátar.

Á Skúlatrøð – Miðhøllin – kl. 19.30
Olaf Olsen, skipari og reiðari – Hagtøl og fiskiskapur við Kupabátunum.

Greitt verður frá fiskiskapinum hjá kubatrolaranum ígjøgnum 30 ár, og stilla tað saman við annan fiskiskap. Roynt at gera nakrar niðurstøður út frá tilfarinum og meta um, hvat kann broytast, ella um tað er optimalt. Og eitt sindur um fiskiskap hjá øðrum tjóðum i mun til føroysku veiðina

Lýsing Lýs her...