Føroya Sjómannadagur

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Jóannes M. Olsen

Jósef

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Vælkomin á Summarfestival

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Nógvar uppgávur fyri framman

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Vilhelm 75


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Tráðan


Skrivað hevur tórbjørn jacobsen 16.03.2017 - 11:29

Lýsing Lýs her...
Á hesi myndini sæst hví Landnyrðings Føroyar onga politiska tyngd og ávirkan hava á vinnuliga kúlustoyparíið á Vaglinum og í Tinganesi í hesum døgum. Tjóðveldisflokkurin fekk 1.875 atkvøður í Eysturoy og Norðoyggjum - av 5.589 í øllum landinum, t.v.s. áleið ein triðing av øllum atkvøðunum hjá flokkinum uppá landsbasis.

Úrslitið varð kortini, at hesin triðingurin rakk ikki til ein einasta tingmann av 7. Luturin er kortini sjálvvaldur, atkvøðurnar fossaðu úr økinum – vesturyvir og suðuryvir, politiska tyngdin og megin tað sama. Og tað sæst aftur í hesum døgum, nú landsstýrismenn telja upp í tinginum, fyri at fremja tað sum skal eitast at vera ein nýskipan í fiskivinnuni, men sum nógv meiri líkist eini politiskari umfordeiling í mun til hvaðani tingmenninir í stjórnarflokkunum koma frá í landinum.

1.875 av 5.589 atkvøðum rakk til plaseringarnar no. 9, no. 14, no. 15 og no. 18. Økið, sum fyrr var skansin hjá Tjóðveldisflokkinum, skuldi í minsta lagi fingið 2 tingmenn valdar – kanska tríggjar, men fekk kortini ongan. Øvut - hevði landspolitiska myndin sæð heilt øðrvísi út í dag, og manntalið hjá landsstýrismonnum á tingi í hesum døgum hevði verið eitt heilt annað enn nú. Summa summarum – vit valdu sjálvi politisku megina og tyngdina frá okkum. Kanska fer onkur at hugsa um tað til eina aðra ferð.

Ein kinesiskur metaforur varð brúktur í sjónvarpinum hetta kvøldið: ”Heldur enn at geva manni fisk, gev honum eina tráðu.” Hetta var líkasum høvuðsargumentið fyri, at man nú fór undir at umfordeila fiskivinnuliga úr landnyrðingsøkinum - vestur- og suðuryvir. Politiskur dekningur er fyri hesum, og hesum kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri. Hinvegin er tráðumyndin als ikki brúkilig í hesum førinum, tí tráðum var upprunaliga nógmikið av, eisini vestan- og sunnanfyri, trupulleikin er bara, at tær foreraðu gávurnar/tráðurnar vórðu seldar fyri ovurhondsupphæddir til dugnaligar fiskivinnuligar entreprenørar í Landnyrðingsøkinum – fæsjóðurin vaks tilssvarandi í seljandi økjunum, men vinnan hvarv. Fólksins ogn skifti hendur, lummarnir tyngdust í einum stað og skuldin í einum øðrum, tað vil so vera í handli og vandli. Øðrvísi var nú í Landnyrðingsøkinum, har var satsað í tráðukeypinum, og tað gekk hjá teimum flestu, heilt væl hjá onkrum. Báðir hesar partarnir hava umsitið Fólksins ogn, og so ber til at spyrja hvørjum vit fingu meiri burturúr sum land?

Í hvussu er hava manningarpartarnir ongantíð verið størri enn tað sama. Reiðaríini hava ongantíð havt so nógvan pening til rakstur og íløgur sum nú og samfelagið/landskassin hevur ongantíð fingið nær í námind so nógvan pening úr fiski- og alvinnuni sum í okkara tíð.

Spurningurin omanfyri er kanska ikki so viðkomandi longur. Tráðurnar verða nú tiknar aftur frá teimum sum keyptu tær, og givnar teimum, sum einaferð fingu tær fyri síðani at selja tær aftur fyri okursprís. Man søgan fara at endurtaka seg?

Tað hevur hon lyndi til, og í hesum førinum m.a. okkum sjálvum fyri at takka, sum gjørdu ta dáragerð, at lata tjóðveldisatkvøðurnar fossa út úr Landnyrðingsøkinum á løgtingsvalinum 2015.

Lýsing Lýs her...