Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Tú veitst hvar tú hevur Sambandsflokkin


Skrivað hevur Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum 08.10.2017 - 10:43

Lýsing Lýs her...

Aksel V. Johannesen hevur sett seg sjálvan í eitt stórt politiskt dilemma við tí vitleysu binding, hann hevur gjørt við Tjóðveldi, og nú roynir hann so at klistra Sambandsflokkin upp í sítt lagnutunga mistak

Formaðurin í Javnaðarflokkinum er úti við einum lesarabrævi, har ið hann ger seg sjálvan til láturverja hjá sonevndu ”stjórnarskipanini” hjá Tjóðveldi, sum Javnaðarflokkurin mátti svølgja 14. september 2015 fyri at kunna skipa eina samgongu.

Somuleiðis roynir formaður Javnaðarfloksins at reingja boðskapin, sum forsætisráðharrin sendi honum tann 25. august.

”Blástemplingin”

Aksel roynir at billa føroyingum inn, at forsætisráðharrin hevur blástemplað sonevndu ”stjórnarskipanina”.

Hetta er ikki rætt.

Tað sentrala í viðmerkingunum hjá forsærisráðharranum er her:

“Det fremgår endvidere, at bestemmelser i forfatningsforslaget fortsat giver anledning til forfatningsretlige overvejelser.

Det følger af disse overvejelser, at såfremt bestemmelser i forfatningsforslaget ikke er forenelige med de retlige rammer, der følger af navnlig grundloven, hjemmestyreloven og overtagelsesloven, vil forslaget i Færøernes nuværende forfatningsmæssige situation – helt eller delvist – være uden retsvirkninger, selvom det måtte blive gennemført”.

Fólkaatkvøða gevur onga meinging

Eftirhondini vita øll, at sonevnda ”stjórnarskipanin” er í stríð við alla yvirskipaða lóggávu í Føroyum. Hetta hava fremstu og royndastu advokatar í Føroyum eisini víst á. Og teir heita enntá á Aksel um at leggja uppskotið í skuffuna.

Væntandi er, at stórir partar av hesi sonevndu ”stjórnarskipan” verða uttan rættarvirknað, um hon verður sett í gildi.

Av tí sama er eingin meining í at leggja eina ”stjórnarskipan” út til fólkaatkvøðu.

Siktið við ”stjórnarskipanini” er at skapa sum mest av forvirringi um yvirskipaðu lógirnar í Føroyum. Og hjá Tjóðveldi er samfelda endamálið at seta sonevndu ”stjórnarskipanina” oman fyri Grundlógina og soleiðis sníkja loysingina ígjøgnum.

Aksel vil ikki síggja veruleikan í eyguni, og tað kann bert standa fyri hansara rokning.

Tú veitst hvar tú hevur Sambandsflokkin

Sjálvandi er tað harmiligt, at okkara góði gamli samstarvsflokkur, Javnaðarflokkurin, hevur lagt seg í føvningin á Tjóðveldi og hevur selt seg fyri eina ”stjórnarskipan”. Hetta høvdu fá roknað við.

Aksel hevur sett seg sjálvan í eitt stórt politiskt dilemma við tí vitleysu binding, hann hevur gjørt við Tjóðveldi, og nú roynir hann so at klistra Sambandsflokkin upp í sítt lagnutunga mistak.

Hann átti tó at vitað, at Sambandsflokkurin er trúgvur móti síni stevnu og virðum.

Sambandsflokkurin er tí einasti garantur fyri ríkisborgararættindum hjá føroyingum og einum opnum og fríum samfelag.

Vit gambla ikki við rættindum hjá føroyingum, og vit siga sannleikan akkurát, sum hann er: sonevnda ”stjórnarskipanin” er leiðin fram móti loysingini, og henni er als ikki brúk fyri.

Tú veitst, hvar tú hevur Sambandsflokkin.


Lýsing Lýs her...