Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Tunnil til Suðuroyar verður í tveimum


Skrivað hevur Landsverk 04.09.2017 - 17:22

Lýsing Lýs her...
Landsverk mælir til, at eitt komandi fast samband til Suðuroyar verður gjørt í tveimum, har talan verður um ein 9 kilometra langan tunnil av Sandi til Skúvoyar, og ein 17,2 kilometra langan tunnil millum Skúvoy og Sandvík. Við eini tílíkari loysn ber til at seta trygdarkrøvini til hvønn tunnil sær, ið samlað fer at gera farleiðina minni kostnaðarmikla, enn um talan verður um ein beinleiðis tunnil

Undir temakvøldinum um ein komandi Suðuroyartunnil, sum í kvøld er hildið í Hovi á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, høvdu Armgarð E. Steinhólm og Fríðrik Heinesen frá Landsverki eina framløgu, har tey millum annað vístu á møguliga linjuføring, trygd, avleiddar verkætlanir og annað í sambandi við eina nýggja Suðuroyarfarleið.

Landsverk er av teirri fatan, at ráðiligari er at gera tunnilin í tveimum enn einum. Tað vil siga ikki við einum beinleiðis tunli millum Sandoynna og Suðuroynna, men umvegis Skúvoynna. Hetta verður fyrst og fremst mælt til at gera við trygdini í huga, men ein týðandi síðuvinningur er sjálvandi, at Skúvoy eisini fær fast samband við meginøkið.

Við at gera tveir tunlar verður talan um fleiri kilometrar av tunli, enn við einum beinleiðis tunli. Hinvegin verða trygdarkrøvini sett til hvønn tunnil sær, og hetta fer at gera samlaðu verkætlanina bíligari, enn við at gera ein tunnil allan vegin úr Sandoynni til Suðuroyar.

Í Sandoynni er høgligast at leggja tunnilsmunnan í grótbrotinum nærhindis bygdini á Sandi, har tað eru umleið tríggjar kilometrar til tunnilsmunnan við Sandoyartunnilin. Í Skúvoy verða munnarnir sunnan fyri bygdina, har tað verða 3-400 metrar ímillum tunnilsmunnarnar, og ein avkoyring til Skúvoyarbygd.

Í Suðuroy fer tunnilin at koma upp í Sandvík, og hetta ber í sær, at gerast má ein nýggjur Sandvíkartunnil, eftirsum verandi tunnil ikki verður tíðarhóskandi til ta nógvu ferðsluna, sum tá fer at vera.

Tunnilsmunnin í Hvalba til nýggja Sandvíkartunnilin fer at koma upp vestan fyri bygdina, so høvuðsferðslan verður leidd uttan um bygdina við einum nýggjum umfarsvegi. Teinurin millum teir báðar tunnilsmunnarnar í Hvalba verður umleið fýra kilometrar, og umleið helmingurin av hesum er longu við í verkætlanini til nýggjan Hvalbiartunnil. Møguligar útbyggingar ella útstykkingar í Hvalba mugu taka hædd fyri nýggja umfarsvegnum í bygdini.

Bæði Landsverk og Jarðfeingi mæla til, at jarðfrøðin verður kannað nærri, um til ber at velja valdu linjuføringina ella ikki. Landsverk skjýtur tí upp at játta 3,7 mió. krónur yvir trý ár til hetta arbeiðið, frá tí ásett verður at byrja.

Trygdin er altíð ein størri avbjóðing í longum enn styttri tunlum, og tunlarnir úr Sandoynni og suðureftir verða longri, enn higartil nýttu trygdarnormarnir fyri ferðslutunlar áseta. Landsverk mælir tí til, at ein trygdarkanning verður gjørd í næstum, so neyðuga trygdarstøðið kann ásetast. Her verður neyðugt við eini játtan millum eina og tvær mió. krónur.

Kostnaðurin av Suðuroyarfarleiðini er tengdur at, hvørjar møguligar loysnir verða valdar, og hvat trygdarstøði verður ásett. Um loysnin umvegis Skúvoynna verður vald, ber til at meta hendan kostnaðin við støði í Eysturoyartunlinum.

Metti kostnaðurin fyri føstum sambandi til Suðuroyar er mett til 3,1 mia. krónur. Tá eru avleiddar verkætlanir, sum eitt nú ein nýggjur Sandvíkartunnil, ikki íroknaðar.

Við føstum sambandi til Suðuroyar eru umleið 99 prosent av íbúgvunum í Føroyum knýttir í eitt felags vegakervi.

Lýsing Lýs her...