Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Tunnilsgjaldsskipanin álvarsliga skeiklað


Skrivað hevur Jógvan við Keldu 06.01.2017 - 10:52

Lýsing Lýs her...

Tað var ongantíð ætlan, at landskassin skuldi fríhaldast og ikki luttaka í íløgum til undirsjóvartunlar, men annar parturin, har hin parturin var bilferðslan og tunnilsgjald.

Føroyska samfelagið hevur seinastu hálvu øldina verið fyri risa stórum broytingum og eini accelrerandi nýskapan. Tí krevst nýhugsan!

Eru farin frá lutvíst smábátum sum “ferðamannaskip”, vegir eru gjørdir, breikaðir so hvørt sum bilferðslan er økt, flutnings- og arbeiðsbilar eru vorðnir alt størri. Samferðslukervið er ikki at kenna aftur, tunlar til bæði størri og smærri bygdir eru framdir soleiðis, at samfelagið er meiri nútímansgjørt. Hetta hevur landskassin goldið av avgjøldum v.m.

Frá privatari til almenna ferðslu

Privatar fyritøkur høvdu ferðamannaskip: Kjølbro, Olaf Olsen og Hugo Gardar í Klaksvík, Mortensen á Tvøroyri, Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik í Tórshavn, Niclasen í Vágum og so seinni Alfred Olsen o.a. í Vestmanna og eisini aðrir. – Alt hetta vildi landið yvirtaka sum ferðslan alsamt vaks og gjalda íløgur úr landskassanum!

Millum oyggjar varð neyðugt síðst í fyrru øldini og fyrst í hesi við størri og umfatandi íløgum ,tá talan gjørdist um at skifta út ótíðarhóskandi ferjur: “SAM”, “Dúgvuna”, “Teistan ex Ritan” og “Smyril” bæði tí, at bilferðslan stórliga øktist og hægri krøv IMO o.a. vóru sett ferðamannaskipum.

Tí varð hildið, at tað var ráðiligt at fáa fast samband um firðir, har tað bar til, Vestmannasund og Leirvíksfjørð, heldur enn nýggjar ferjur, sum gjørdust ov dýrar í rakstri og høvdu avmarkaða livitíð.

Landskassin vildi hava brúkaragjald afturat

Íløgukostnaðurin fór at gerast heldur hægri, men samstundis kom raksturin at fara merkisvert niður, samstundis, sum bæði bíðitíð og ferðamynstrið kundi broytast til munandi størri samfelagsgagn.

Síðani varð málið av álvara tikið upp, og fyrst varð lógin um “Fast samband um Vestmannasund” og síðani “Fast samband um Leirvíksfjørð” samtyktar í løgtinginum.

Tá hesar íløgur gjørdust nakað dýrari enn tunnilsgerðir vanliga, sum Kalbakstunnilin, Norður um fjall, Sumbiarbergholið, Gásadalur, Norðskálatunnilin, o.a. sum allar eru landskassagoldnar bæði í íløgum og rakstri, so var hildið, at rættast var at landið setti sín part í undirsjóvartunlarnar og at ein partur varð at gjalda sum tunnilsgjald av bilferðsluni.

Útveganarkostnaður er landskassin pluss tunnilsgjøld

Tá ið málini um Fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð komu til viðgerðar, var ongantíð talan um annað enn, at í hesum nýggja fíggingarleisti fór tann broyting fram, fyri at fáa málið viðgjørt og samtykt, at umframt at landskassin, sum annars hevði goldið allar samferðsluleiðir á sjógvi og á landi við vegum og tunlum, nú skuldi gjalda ein part, meðan hin parturin skuldi gjaldast sum tunnilsgjald av bilaferðsluni.

Sagt verður í lógunum um Fast samband um Leirvíksfjørð §2 stk.3: “Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin og P/f Norðoyatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar” og í lógini um Vestmannasund §1 stk. 4: “Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/f Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar”

Tað var ongantíð ivi um, at Landskassagjaldið skuldi verða fyri Norðoyatunnilin 225 mió. kr. og Vágatunnilin 160 mió.kr. sum annar parturin og restin skuldi fíggjast við tunnilsgjaldi.

Ein kappingaravlagan fyri vinnuligt og handilsvirksemi i økinum

At nýggir tónar komu undan kavi fyri góðum ári síðani, hevur skeiklað hesar verkætlanir, og at nú heldur partur av politiska myndugleikanum, at nú skulu Norðoyggjar og Vágar og vinnulívið, handilslívið og sambondini í økinum sum eru styrkt arbeiðsliga millum Eysturoynna og Klaksvík og Vágar og fastlandið nú brádliga gjalda allan totala kostnaðin av landsins útbyggingum, er veruliga skeiklað.

At politiski myndugleikin nú ætlar at fara undir nýggjar fíggingarloysnir er óivað rætt, sum eisini Landsverk sigur í skrivi 2. juni 2016, har hann vísir til: “... ein upplagdur møguleiki hevði tí verið at lagt allar tunlar undir eitt gjald fyri allar ístaðin fyri bert at krevja inn fyri undirsjóvartunlar....” ella eisini ein annar møguleiki:”... at nýta ein part av skrásetingargjaldi, vektgjaldi, mvg og avgjøldum á brennievni.....”!

At samferðslukervið kostar nógv er ongin føroyingur í iva um, at hetta skal gjaldast úr landskassanum, er heldur ongin í iva um, men so eigur málið at verða tikið upp sum heild og ikki bara leypa um, har garðurin er lagstur, “nú vit kortini hava fingið gjøld til undirsjóvartunlar”.

Tí eru míni ráð:

1. Steðgið tunnilsgjøldunum í Vágatunlinum, nú hann er goldin.

2. Tá Norðoyatunnilin er goldin, steðgið tá tunnilsgjøldunum.

3. Takið síðani málið um samferðslu upp á landi sum heild.

4. Takið málið um samferðslu á sjógvi upp sum heild.

Hetta málið ber ikki til at fara so lætt um. Tí tunnilsgjaldskipanin er veruliga skeiklað, eisini tí at hetta gevur fyri alla framtíð eina totala kappingaravlaðing bæði fyri Vágoynna og Norðoyggjar, í vinnuni, handilslívinum og mangar aðrar mátar. Tað var ongantíð meiningin, at landskassin skuldi fríhaldast fyri landsvegagerðir!

Lýsing Lýs her...