Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen, býráðslimur

Nú eru øll glað fyri Sjóvinnnuhúsið

Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



U21 hondbóltslandsliðið vann fyrsta dystin við framúr avriki


Skrivað hevur Jákup Ósá 06.01.2017 - 21:28

Lýsing Lýs her...
Tað var eitt sera sannførandi føroyskt avrik, tá føroyska U21 landsliðið vann á Sveis í fyrsta HM undankappingardystinum í Høllini á Hálsi.

Tað var eitt føroyskt avrik á sera høgum støði, tá Føroyar vunnu 28-24 á Sveis í høllini á Hálsi í kvøld. Stóran part av dystinum spældi føroyska liðið á altjóða støði. Skjótt spæl og sera tryggir skjúttar, tá teir fingu møguleikan. Føroyar komu á odda beinanvegin og høvdu eina leiðslu á fleiri mál mesta partin av dystinum. Móti endanum kom Sveis uppá javnt, men so svaraðu Føroyar aftur og á føroyska liðnum vóru leikarar, sum traðkaðu í karakter, tá tað veruliga stóð á. Kanska við undantaki av einari lítlari løtu í seinna hálvleiki, so gjørdu føroysku leikararnir nærum ikki persónligar feilir. Uttan iva eitt sera stórt úrslit fyri føroyskan hondbólt og gevur tekin um, at framtíðin hjá føroyskum manshondbólti kann vera sera bjørt. 

Í morgin spæla Føroyar sín næsta dyst. Nú verður helst uppgávan at halda fokus, nú tey flestu mettu Sveis vera sterkasta liðið undan kappingini. Niðanfyri kann dysturin endursíggjast á youtube rásini hjá HSF HER

Leygardagin 8. januar:
Kl. 16.00 Finnland – Sveis
Kl. 18.00 Føroyar – Ísrael

Sunnudagin 9. januar:
Kl. 15.00 Sveis – Ísrael
Kl. 17.00 Føroyar – Finnland

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=lLvaM080E2k]


Lýsing Lýs her...