Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen

Lygn oman á lygn!

Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Umsóknarfreist: Stuðul til verkætlanir


Skrivað hevur NORA 14.02.2017 - 22:27

Lýsing Lýs her...

Nýtt umfar at søkja um verkætlanarstuðul frá Nørrønum Atlantssamstarvi, NORA. Freistin at søkja er 13. mars 2017.

NORA hevur stuðlað nógvum verkætlanum, sum allar hava tað til felags, at talan er um samstarv tvørtur um Norðuratlantshav. Nú er so aftur møguleiki at søkja um stuðul til nýggjar verkætlanir, har samstarvað verður millum tvey ella fleiri av londunum í NORA-økinum: Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Noreg.

Møguleiki er at søkja um í mesta lagi 500.000 kr. um árið í trý ár.

Sambært virkisskránni fyri 2017-2020 skulu viðkomandi verkætlanir virka fyri at gera búskapirnar í útnorðri so ymisligar sum til ber við nýhugsaðum loysnum, og at gera sítt til burðardygga samfelagsmenning í Norðuratlantshavi sambært raðfestingunum í virkisskránni:

-Skapandi ídnaður

-Grøn orka

-Lívbúskapur

-Burðardygg ferðavinna

-Kunningar- og samskiftistøkni

-Vælferðartænastur

-Trygd/tilbúgving á sjónum

Lesast kann meira um hesar raðfestingarnar á heimasíðuni hjá NORA: www.nora.fo

Umsóknarbløð og vegleiðingar eru somuleiðis at finna á heimasíðuni hjá NORA. Viðkomandi skjølini kunnu so takast niður, fyllast út og síðani sendast til skrivstovuna hjá NORA á noraprojekt@nora.fo

Freistin at søkja er 13. mars 2017.

Lýsing Lýs her...