Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Uppboðssøla av fiskirættindum


Skrivað hevur Vørn - Fiskiveiðueftirlitið 07.08.2017 - 12:10

Lýsing Lýs her...
Triðja “afturlatna” uppboðssølan av fiskirættindum verður hósdagin 14. september 2017

Rættindini, ið seld verða, fevna um hesi fiskasløg og nøgd:

• Norðhavssild: 9.000 tons
• Svartkjaftur: 9.000 tons

Ávís feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skulu lata Vørn hóskandi skjalprógv í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn. Talan er um eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum ella føroyskt partafelag ella smápartafelag, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.

Formligu ásetingarnar um uppboðssøluna eru ásettar í kunngerð nr. 101 frá 12. juli 2017.

Nærri upplýsingar og reglugerð fyri uppboðssøluna fáast frá Vørn: www.vorn.fo

Lýsing Lýs her...