Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Upptakt: KÍ-Víkingur


Skrivað hevur Jákup Ósá 11.08.2017 - 07:06

Lýsing Lýs her...

Toppdystur verður við Djúpumýru í Klaksvík í kvøld, har KÍ á 3. plássi tekur ímóti oddaliðnum Víkingi. Úrslitið kann fáa stóra ávirkan á kappingina.


Víkingur liggur 3 stig frammanfyri KÍ við munandi betri málúrtøku. Sostatt er talan um ein týðandi dyst fyri bæði liðini, har trýstið er størri á KÍ fyri at fáa úrslit, um vit hyggja eftir stigatalvuni. KÍ hevur tapt tveir eir seinastu dystirnar, meðan Víkingur seinast tapti sín næsta dyst hetta kappingarárið.

Meðan Víkingur hevur fullan hóp at velja í burtursæð frá skadda Andreas Lava Olsen, so er listin við leikarum, sum ikki eru tøkir hjá KÍ, knappliga blivin óvanliga langur. Bæði við leikarum, sum vanliga eru í uppstillingini og við leikarunum, sum eru á bonkinum vanliga. Semir Hadzibulic og Hørður Askham hava leikbann, meðan Meinhardt Joensen og David Langgaard eru langtíðarskaddir. Síðani koma leikarar sum Sørmundur Kalsø, Atli Danielsen, Ísak Simonsen, Ahmed Mujdragic og Páll A. Klettskarð, sum allir antin ikki spældu seinast ella blivu skaddir seinasta dyst. Teir eru allir ivasamir tó at roknað verður við, at onkrir spæla. Tað var boðað frá, at Sørmundur hevði spælt sín seinasta dyst, men tað hevur eisini verið prát um, at hann kanska kann spæla onkran leiklut, nú støðan er so óvanlig, tá hann enn ikki er farin av landinum. Afturat hesum koma fleiri skaddir/ivasamir leikarar, sum hava sitið á beinkinum ella sum kundu komið uppá tal til beinkin ein slíkan dyst, har so stórt mannfall er. Tí er kanska nógv meira spennandi enn vanligt at síggja, hvussu KÍ fer at stilla upp og hvørjir leikarar blíva klárir. Og ikki minst, hvussu avloysararnir hjá berandi kreftunum fara at standa seg móti besta liðnum higartil í ár.


KÍ hevur fyrireikað seg uppá eina stóra áskoðarafjøld og sett m.a. plattar upp rundan um vøllin, so at allir áskoðarar fáa gott útsýni til dystin. Dysturin við Djúpumýru byrjar í kvøld kl. 18.00. Dómari verður Eiler Rasmussen.  

Lýsing Lýs her...