Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni

tórbjørn jacobsen

Lúturin

tórbjørn jacobsen

Tráðan

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag

Verandi rættindi í vanda


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



V4-skemt við Hermanni og øðrum


Skrivað hevur John William Joensen 21.11.2013 - 15:35

Lýsing Lýs her...

Út er komin nýggj tvífløga við skemti frá V4. Á fløguni eru stívliga tveir og ein hálvur tími við stuttligum skemtileikum frá størstu undirhaldssending í Føroya søgu nakrantíð.

Á fløgunum eru 33 skemtileikir, har Hermann Jacobsen er bindiliðið í øllum upptøkunum. Ein upptøka er við Dalla. Sjey brot eru við Palleba og Fossadun, sum ávikavist Hermann og Olivur Næss spældu.

Umframt teir báðar, so hoyra vit Hera Smith, Oskar Hermannsson, Elina Mouritsen, Óla Kurt Hansen, Sonna Smith, Gunvør Jensen, Flemming Samuelsen, Eyðun Johannesen, Niels Juel Arge og Ívar Iversen.

Hermt verður eftir kendum fólki, m.a. Jóhan Nielsen, Atla Dam, gamal landslæknanum, Erlendi Paturssyni og Jákup Frederiki Øregaard.

Martin Joensen hevur sniðgivið. Súni Selfoss hevur talgildað og Finnur Hansen hevur reinsað tilfarið. Forlagið Glint gevur út í samstarvi við Kringvarp Føroya.

Tórður Johannesarson hevur lagt til rættis.

Tutl stendur fyri søluni. Fløgan kostar 169,- kr.

Lýsing Lýs her...