Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Var Jesus ein nýggjur Móses? Nei!


Skrivað hevur Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther) 07.07.2017 - 09:42

Lýsing Lýs her...

Ein livandi kirkja, er ein ivandi kirkja, ið støðugt lærir av mistøkum sínum!

Øll sum fáast við Nýggja Testamenti og Jesu samtíð vita, at Jesus gav ikki lærusveinum sínum ein lidna dogmatikk, eina lidna røð av lærugreinum, sum øll skuldu halda seg eftir. Í staðin so gav hann teimum, ið hittu hann eitt persónligt upplivilsi, ið var ørvísi enn alt annað, og sum broytti lív teirra og áskoðan. Sum frá leið noyddust tey fyrstu kristnu at finna seg til rættis í glæmuni av tí, sum Jesus hevði av týdningi fyri tey, og tí sæst at fleiri siðvenjur og tulkingar av boðskapi Jesusar vóru at finna samstundis, tey fyrstu mongu árini.

Tey fyrstu kristnu noyddust at klára set uttan eitt Nýggja Testamenti í, í minnsta lagi tvey hundrað ár. So við og við fingu tey brøvini vit kenna, og helst onnur brøv vit ikki longur vita um. Seinast í fyrstu øld hava helst eisini funnist fleiri skriv um lív Jesusar, ella søvn av orðum hannsara. Frá hesari tíðini stava eisini tey evangeliini vit kenna í dag. Tey fyrstu kristnu høvdu sjálvandi Gamla Testamenti (tó ikki í tí líki vit kenna tað í dag), men eisini her gingu tey í nýlendi, tí Jesus hevði fullkomiliga broytt tulkingina av GT við orðum sínum Men eg sigi tykkum!

Kirkjan og guðstænastan eru eldri enn Nýggja Testamenti

Í dag gloyma vit alt ov mangan, at guðstænastan og kirkjan er eldri enn NT, og at tey fyrstu kristnu noyddust at liva eitt trúar- og guðstænastu lív uttan tær skriftirnar, ið eru normativar fyri okkum í dag.

Tað er greitt, at evangelisturin Matteus, ið var jødi, roynir at geva okkum eina mynd av Jesusi, sum einum nýggjum Mósesi – evangeliið hjá honum er, í ein ávísan mun, lagt til rættis sum tær fimm Mósebøkurnar.

Men, soleiðis sum hann letur Jesus koma til orðanna í fjallaprædikuni, so sæst týðuliga, at hann eisini til fullnar hevur fatað boðskapin hjá Jesusi. Tí nú er lógin ikki bara útvortis krøv og karmar, men ein konfrontatión millum Guð og hin einstaka innst at sálini. Tað er ikki bara hin ytra menniskjan ið skal broytast – men, alt menniskja. (Jesus hevur sum jødi tá, neyvan huksa um menniskja, sum sál og likam, fyri honum var menniskja ein heild!)

Um so var at Jesus ætlaði sær at gerðast ein nýggjur Móses, ein nýggjur lóggevari, so hevði hann helst gjørt hettar greitt, og onkusvegna skipað fyri einum nýggjum lógarverkið, sum skuldi koma í staðin fyri hitt gamla. Men, tað gjørdi hann ikki! Boðskapur hannsara var eini persónlig viðurskifti millum Skaparan og skapningin, millum Guð og menniskja.

Jesus kundi ikki skriva eina nýggja lóg, tí hann er endin á lógini

Jesus kundi heldur ikki skriva nakra nýggja lóg, tí hann var sjálv lógin, og umboðið fyri stóra kærleiksboðið um at elska Guð og at elska næstan. Jesus var endin/fylling áv lógini, og opinberingin av sonnu viðurskiftunum millum Guð og menniskjuni, har einans kærleikans, næstakærleikans grundlóg er galdandi!

Nýggji kærleikssáttmálin merkir sjálvandi ikki, at alt er loyvt, at tað ikki longur finnst munur á rongum og røttum. Og so leingi sum vit menniskju nú eru, sum vit eru, so er neyðugt at hava lógir, siðvenjur og reglugerðir.

Men, tað merkir kortini heldur ikki, at tað kann vera fremmsta uppávan hjá kirkjuni og teimum kristnu, at lóggeva Guðs vegna, fyri á tann hátt at noyða ørvísi huksandi at broyta lívshátt ella áskoðan. Tað hevur mangan roynst sera illa, tá kongar og bispar og reformatorar hava roynd at lóggivi við bíbliunni (og serliga GT) í hondini. Eg vísi her til dømir úr evropeiskari søgu og úr missiónssøguni.

Fremmsta skyldan hjá teimum kristnu er at rudda fyri egnum durum

Kristna skyldan hjá teimum Kristustrúgvandi ( um tey virða fyrimynd Jesusar) er at ganga undan við einari góðari fyrimynd, og at rudda fyri egnum durum. Um tey ynskja at styrkja og verja hjúnarbandi, so er at byrja við hús hjá hvørjum einstøkum. Og í fyrsta umfari, at gremja seg minni um hvussu onnur liva sítt lív.

Uppgávan hjá teimum kristnu er ikki, fyrst og fremmst, at lóggeva Guðs vegna, men fremmsta uppgáva teirra er heldur at prædika evangeliið, góðu tíðindini, at skapa vón, trygd og kærleika. Um vit, í heilatyki, kunnu tosa um fjallaprædikuna sum nýggju lóg Jesusar, so hevur hon ikki til endamáls at broyta fólk uttanífrá (eins og gomlu boðini), men heldur at broyta fólk innanífrá, at broyta sinnalagið og ikki bara atburin.

Jesus átók sær ikki leiklutin, sum ein nýggjur Móses

Tað er yvasamt um tey, sum kenna tað sum sítt kall at lóggeva Guðs vegna, av sonnum fylgja Jesusi eftir. Tí hví gjørdi hann so ikki tað sama? Hví átók hann sær ikki leiklutin sum hin nýggji Móses? Hví loyvdi hann sær at seta boðini til viks, tá hann helt tað vera neyðugt?

Heimssøgan er, sum longu nevnt, full av ræðandi dømum um tey, ið hildu seg vita best Guðs vegna! Aloftast var talan um valdsnýtslu, og ikki um næstakærleika! Um ísakaldan lógartrældóm, og ikki um náði! Um snævurskygni heldur enn um fordómsleysa fyrigeving. Tað vil siga, um alt tað, sum stríður í móti lívi, virki og fyrimynd Jesusar.

Fylgjurnar av trúbótini, sum vit hátíðarhalda í hesum døgum, og tær orrustirnar hon elvdi til, eru á mangan hátt eitt lýsandi dømi um hvussu ónd og eirindaleys menniskju kunnu vera við hvønnannan í Jesu navni, tá vit eru sannførd um at vit eiga allan sannleikan. Ein livandi kirkja, er ein ivandi kirkja, ið støðugt tekur í egnan barn, og sum vónandi lærir av mistøkum sínum, ella hevur trúbótin verið til fánýtis!


Lýsing Lýs her...