Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Veðrið í vikuni


Skrivað hevur Hanus Kjølbro 19.06.2017 - 08:26

Lýsing Lýs her...

Á fylgisveinamyndini frá klokkan 8 í morgun sæst munurin ímillum hátrýstøkini yvir Atlantshav og Vesturevropa og so lágtrýstøkið eystan fyri og vestan fyri Føroyar. Har hátrýstveður er, er lítil vindur og klárt; har lágtrýstveður er, er óstøðugari veður – skiftandi ímillum stilt og klárt, skýggjað og avfall.

Í hátrýstøkjunum langt sunnan fyri Føroyar er stórt yvirskot av luft. Tann luftin rekur til tey støð, har tað er undirskot av luft – og tað er við okkara leiðir. Tí fara vit at uppliva ættirnar ímillum landsynning og útsynning hesa vikuna. Miðjan í lágtrýstinum flytir seg eitt sindur alla tíðina, tí skiftir ættin eitt sindur.

Vindferðin fer eisini at verða eitt sindur ymisk í vikuni, sum kemur. Tað verður skiftandi ímillum 2 til 7 m/s í morgin og hósdagin og 8 til 13 m/s í dag og fríggjadagin; mikudagin verður 5 til 10 m/s.

Loftið verður eisini skiftandi hesa vikuna: sól, sólglottar, skýggjað og regn.

Lýsing Lýs her...