Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Veiðigjaldið hevur óhepnar avleiðingar


Skrivað hevur Tíðindaskriv 09.11.2017 - 15:14

Lýsing Lýs her...

Reiðarafelagið vísir á, at uppskotið um veiðigjald hevur eina røð av óhepnum avleiðingum fyri fiskivinnuna, og tí eigur uppskotið at verða gjørt av nýggjum. Í stuttum skal greiðast frá tí her.

Veiðigjaldið í 2020 verður í hesum uppskoti roknað við grundarlagi í roknskapartølum frá 2018, og gjaldið verður ikki gjørt endaliga upp fyrr enn í 2021. Gjaldið verður harumframt tillagað til avreiðingarprís og prísin á uppboðssølu fyri alt 2020.

Hetta er eitt ómetaliga langt tíðarbil frá tí at fiskiskapurin er farin fram, inntil at reiðaríið skal rinda fyri henda fiskiskap. Í hesum tíðarbili kunnu viðurskiftini innan fiskivinnuna vera broytt almikið við atliti til t.d. kvotur, fiskiskap, fiskaprís, rentur og oljuprís. Reiðaríini fáa á hendan hátt eina seinkaða rokning fyri virksemið, sum er farið fram fyri langari tíð síðani.

Tað nýggja veiðigjaldið skal tillagast til prísin á einari møguligari uppboðssølu ígjøgnum árið, tá ið gjaldið skal rindast. Hetta kann hava serstakliga óhepnar avleiðingar, tí at prísurin á einari uppboðssølu skjótt kann gerast so høgur, at fiskiskapurin ikki er lønandi. Hetta hava vit sæð dømi um í ár. Hetta ger, at veiðigjaldið verður ógvuliga óforútsigiligt hjá reiðaríunum, og tað verður torført at leggja virksemið til rættis og at meta um framtíðarútlit.

Fyribils útrokningar hjá Reiðarafelagnum vísa, at at veiðigjaldið á norðhavssild hevði verið meira enn ein triðingur av søluprísinum í 2017, um roknskapartøl fyri 2015 og uppboðssølan í 2017 verða nýtt sum grundarlag. Miðalprísurin hevur higartil í ár verið 3,35 kr/kg, og veiðigjaldið hevði eftir tillagingar í mun til prísin á uppboðssølu verið 1,14 kr/kg. Hetta er meira enn ein triðingur av miðal søluprísinum.

Fyri verksmiðjutrolarar í Barentshavinum vísa fyribils dømi, at nýggja gjaldið hevði tikið meira enn helmingin av yvirskotinum, um støðið verður tikið í roknskapartølum fyri 2015 og uppboðssølu í 2016. Hesi tøl vísa, at flotin hevði rindað umleið 1 kr/kg fyri tosk í rundari vekt. Tá føroysk skip fiskaðu umleið 24.000 tons av toski í 2016 verður gjaldið tilsamans 24 mió. kr. Harumframt kemur so gjaldið fyri hýsu og svartkalva. Í løtuni er kvotan í t.d. Barentshavinum høg, og tí hava úrslitini verið á góðari leið seinastu árini, men hendan skipanin hevði rakt uppaftur meinari í eini tíð við lægri kvotum.

Samlaða úrslitið hjá verksmiðjutrolarum var í 2016 umleið 43 milliónir krónur. Hetta merkir so, at meira enn helmingurin av yvirskotinum hevði verið drigin inn til landskassan undir hesi skipan. Um støðið verður tikið í uppboðssølu fyri 2017 hevði gjaldið verið eitt vet lægri, men framvegis hevði umleið ein helmingur av yvirskotinum verið skattað inn í landskassan.

Tað er greitt, at hetta er ein skipan, sum fiskivinnan ikki tekur undir við, og hon kann steðga allari nýbygging og innovatión í føroyska flotanum frameftir. Um roknað verður við lægri kvotum fyri Barentshavið og uppsjóvarflotan í 2018 umframt meira enn 30 prosent til uppboðssølu og menningarkvotur komandi ár, verður myndin sjálvsagt verri.

Umsitingarliga verður hetta eisini ein tung skipan hjá vinnuni og hjá almennu myndugleikunum. Ein serstøk roknskaparlig uppgerð skal gerast fyri hvønn fiskiskap og hvørt fiskaslag. Hetta verður ein tung umsitingarlig byrða hjá serliga teimum smærru reiðaríunum.

Skipanin tekur heldur ikki atlit til langtíðarúrtøkuna í einum fiskiskapi. Tað kann t.d. henda, at ein veiðibólkur hevur eitt gott ár, har grundarlag er at skatta undir hesi skipan, men at hesin bólkur einki

nevnivert úrslit hevur havt árini frammanundan. Tá skal hesin bólkur brádliga skattast rímiliga hart út frá tí eina góða árinum.

Flokkingin av skipum í ávísum veiðibólkum hevur eisini óhepnar avleiðingar. Endamálið við uppskotinum er at skatta yvirnormalan vinning, men hendan skipanin bólkar ymisk skip saman, soleiðis at virksemið við ógvuliga ymiskari úrtøku skal skattast við støði í sama grundarlagi. Hetta er t.d. galdandi fyri rækjuskip, sum eru bólkað saman við verksmiðjutrolarum í Barentshavinum, hóast hetta virksemið lítið hevur við hvørt annað at gera. Hetta er eisini galdandi fyri trolarar í bólki 2, sum fiska makrel, har veiðigjaldið fer at raka virksemið ógvuliga hart.

Fleiri umsitingarligar metingar eru grundarlag undir gjaldinum, tí at mett er t.d. um avskrivingar og avkast við støði í umsetninginum. Harumframt er tað ein politisk avgerð at skatta hetta grundarlagið við 70 prosentum. Tá ið so nógvar metingar eru grundarlagið undir gjaldinum, eigur tað at bera til at gera eina meira einfalda og gjøgnumskygda skipan.

Reiðarafelagið hevur áður mælt til eina skipan við tilfeingisgjaldi, har skip rinda eitt avgjald, sum er tengt at søluprísinum, heldur enn at krevja gjaldið inn við uppboðssølu. Føroya Reiðarafelag fer at senda sínar fullfíggjaðu viðmerkingar til Fiskimálaráðið og vinnunevnd løgtingsins, soleiðis at uppskotið kann fáa eina gjølliga viðgerð í politisku skipanini.

Vinarliga,
Føroya Reiðarafelag Stefan í Skorini, stjóri

Lýsing Lýs her...