Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Verandi rættindi í vanda


Skrivað hevur Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag 15.03.2017 - 11:17

Lýsing Lýs her...

Eftir at nýskipanaruppskotið varð sent til almenna hoyring hevur nógv kjak verið um, hvørja ávirkan uppskotið fær á rættindi og virksemi hjá verandi feløgum í fiskivinnuni.

Landsstýrið hevur víst á, at tey, sum hava sítt virksemið, ikki skulu skerja tað. Reiðarafelagið hevur hinvegin skilt uppskotið soleiðis, at við tíðini fer uppboðssøla av rættindum at merkja, at søgulig rættindi fara at minka. Í summum førum minka rættindini longu fyrsta árið og í øðrum førum við tíðini.

Í uppskotinum um nýggja skipan í fiskivinnuni stendur í grein 12 stk. 3, at fyri rættindi, sum eru boðin út, fylgir nøgdin lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í heildarkvotuni, tó ongantíð uppum ta nøgd, sum fer upp um miðal seinastu 10 árini.

Sum Reiðarafelagið skilir hesa grein, skulu langtíðarrættindi seld á uppboðssølu fylgja lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í heildarkvotunum. Hetta merkir, at tá kvoturnar minka, verður tikið burturav verandi rættindum, soleiðis at hesi við tíðini kunnu minka munandi.

Hetta fer sjálvsagt at ávirka verandi aktørar negativt, av tí at teirra rættindi við tíðini verða útholað av teimum seldu rættindunum. Tískil er ein systematisk niðurlaging av verandi rættindum innbygd í uppskotið hjá landsstýrinum. Hesa fatan hevur felagið eisini fingið staðfest í samskifti við Fiskimálaráðið.

Harafturat eru orðingarnar í lógaruppskotinum viðvíkjandi uppboðssølu so ógreiðar, at tær ikki geva eina greiða mynd av, hvussu skipanin fer at virka frameftir.

Náttúran í kvotum er, at tær sveiggja upp og niður. Tískil fara kvoturnar fyri botnfisk og pelagiskan fisk bæði at vaksa og at minka í komandi árum. Hetta fer eyðvitað at hava neilig árin bæði á søguligu rættindini hjá botnfiskaflotanum undir Føroyum og rættindini hjá uppsjóvarflotanum.

Dømi á síðu 70 í uppskotinum viðvíkjandi kvotum í Barentshavinum byggir undir hesa fatan. Dømið vísir greitt, hvussu rættindini hjá verandi aktørum minka í einum ávísum fiskiskapi fyrsta árið, tá lógin kemur í gildi. Í hesum føri fara góð 8.000 tons á uppboðssølu. Síðani minka rættindini hjá verandi aktørum eisini lutfalsliga, tá ið kvotan minkar.

Hvussu landsstýrismaðurin ítøkiliga fer at skipa uppboðssøluna, kunnu vit bert gita um, tí tað skal sum so mangt annað í hesi lógini gerast í kunngerð seinni.

Hetta er fatan Reiðarafelagsins, og um landsstýrið hevur eina aðra fatan av hesi grein í lógaruppskotinum, eiga tey at greiða nærri frá hesum.

Vinarliga,

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag

Lýsing Lýs her...