Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Video: KÍ - Víkingur


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 11.08.2017 - 21:56

Lýsing Lýs her...

Oddaliðini leiktu javnt í Klaksvík í tøttum dysti. NSÍ munnu verða fegnast um úrslitið

KÍ hevði knívin á barkanum eftir tvey elendig úrslit, har tap ímóti HB og EB/Streymi av álvara settu spurnartekin við KÍ sum meistaraheitskandidat. Men í dag reisti leikararnir seg.

Tórður Justesen fekk sítt gjøgnumbrot

Á KÍ miðjuni leiktu Jákup B. Andreassen og Tórður Justesen. Jákup hevur eftirhondini fitt av royndum og leikti sera væl í dag, har hann fekk málið hjá KÍ. Men tað varð avrikið hjá Tórur Justesen, sum fangaði eyga hjá flestu áskoðarum í dag. Hann leikti yvirfyri sera royndu Fróða Benjaminsen, Sorin Angel og Hans Jørgen Djurhuus, men hetta nervaði hann als ikki. Tórður fleyg í tacklingar við teir allar og vann flestu nærdystirnar. 

Sí hæddarpunktini niðanfyri. 

[vimeo=http://vimeo.com/229327939]


Lýsing Lýs her...