Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



VIDEO: Vandi er fyri at Kósin stongir


Skrivað hevur John William Joensen 16.02.2017 - 12:32

Lýsing Lýs her...

Hanus Hansen, reiðari á JFK, kundi bara staðfesta á fundinum at gongur sum samgongan ætlar við nýskipanini, so hevur JFK ikki loyvi at hava tað virksemið sum felagið hevur í dag, og so má JFK selja ein stóran part av virkseminum, íroknað líniskipini og so stongir flakavirkið Kósin.

Tað kom ikki nógv konkret fram um politisku samráðingarnar um nýggja fiskivinnupolitikkin. Tó fekk man eina føling av hvar flokkarnir stóðu og út frá tí er ikki óhugsandi at semja verður. Men tað var merkisvert at tingfólk úr norðoyggjum, sum vóru á fundinum, tóku ikki orðið og serliga tey sum eru partur av samgonguni valdu ikki at siga fólki hvar tey standa í hesum avgerandi støðuni.

Hóast løgmaður segði á fundinum at verandi aktørar koma ikki at missa, so er tað ikki í tráð við tað sum er komið fram undir samráðingunum.

Har mælir landsstýrið til eina skipan at verandi aktørar varveita tað sum teir eiga fyrsta árið. Men næsta árið skal 20% av tí sum hvør einstakur av verandi aktørum bjóðast út. Um verandi aktørar ikki klára at keypa tey 20% ini aftur so hava teir bara 80%. Næsta árið aftur skulu aftur 20% av teimum 80% unum bjóðast út - og soleiðis verður hildið fram, soleiðis at verandi aktørar, umframt at bjóða uppá sítt egna tilfeingið eisini skulu út at bjóða uppá møguligt nýtt tilfeingið.

[vimeo=http://vimeo.com/204329168]


Lýsing Lýs her...