Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Víkingur fekk handað løgmanssteypið til ognar


Skrivað hevur Jákup Ósá 12.08.2017 - 11:31

Lýsing Lýs her...

Eftir dystin í gjár fekk Víkingur handað løgmanssteypið.

Tað var longu greitt áðrenn steypafinaluna í fjør, at Víkingur fór at vinna løgmanssteypið til ognar. KÍ vann finaluna í fjør og hevur havt steypið síðani. Nú nærkast til ársins steypafinalu og eftir dystin á Summar Festivalinum var skipað soleiðis fyri, at KÍ formaðurin Tummas Lervig og KÍ liðskiparin Jonas F. Rasmussen handaðu løgmanssteypið til Víkinga formannin Brand Jacobsen og Víkinga liðskiparin Atla Gregersen. Sí fleiri myndir HER

Lýsing Lýs her...