Føroya Sjómannadagur

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Jóannes M. Olsen

Jósef

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Vælkomin á Summarfestival

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Nógvar uppgávur fyri framman

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Vilhelm 75


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Vit fara bara til Klaksvíkar at svimja


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 16.03.2017 - 08:04

Lýsing Lýs her...
Barnafamiljur í Suðurstreymoy hava í longri tíð kært seg um, at hyljarnir í svimjihøllini í Gundadali eru ov kaldir, men tey finna hitan í Klaksvík

Svimjihøllin í Klaksvík er sera væl dámd millum fólk, yngri sum eldri. Ein bólkur av fólki, sum brúka svimjihøllina nógv eru barnafamiljurnar, sum eru serliga glaðar fyri hitan í hyljunum umframt 40. metra langa vatnrutsjibreytina

Í Tórshavnar kommunu hava tey hvørki vatnrutsjibana ella nøktandi hita í hyljunum. Hetta ger at hvønn dag koyra barnafamiljur í hópatali norð at gera nýtslu av framúrskarandi tænastunum í svimjihøllini í Klaksvík. 

Seinasta útmeldingin úr Suðurstreymoy ljóðar, at nú er vatnrutsjibreyt á veg, men framvegis er ikki hugsað um hita í hyljarnar til tey smáu, so framyvir fara barnafamiljurnar úr Suðurstreymoy ivaleyst at halda fram við at koyra til Klaksvíkar at svimja.
Lýsing Lýs her...