Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir


18.02.2017

Ársaðalfundur

18.02.2017

Floksting 2017


Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Vit hava ein sjáldsama góðan møguleika at gera tingini rætt


Skrivað hevur David Im 08.02.2017 - 13:21

Lýsing Lýs her...

- Í Føroyum eru tit heppin! Í flest øllum londum hevur integratión verið ein royndarkoyring við nógvum mistøkum, men í Føroyum ber til at hyggja út í heim og byrja hetta á rættan hátt.

Hesi orðini eigur sveisiski sendiharrin, sum saman við 32 øðrum sendiharrum vitjaði í Føroyum fyri tveimum árum síðani. Hesi orðini havi eg hug at endurtaka, tí eg trúgvi veruliga, at tey eru sonn. Vit hava ein sjáldsama góðan møguleika at byrja integratión í Føroyum á rættan hátt og á ein hátt, sum passar til føroyska samfelagið.

Tað er væl møguligt, at Føroyar eru lítlar, men avmarkaða støddin gevur samstundis okkum tann stóra fyrimun, at her er ein sterkur samhugi, og vit koma øll hvørjum øðrum meir við, enn tey gera í stóru londunum.

Vit kenna øll dømi um grannar, sum í djúpu fíggjarkreppuni í 90unum góvu hvørjum øðrum eina hjálpandi hond á ymiskan hátt, ella nakað so gerandisligt sum at fylgjast út á grøvina til eina jarðarferð. Hetta er nakað av tí góða, sum sermerkir Føroyar, og sum eisini fer at fáa integratiónina í landinum at hepnast.

Í Degi og Viku mánakvøldið viðgjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hetta sama evnið, og nevndi tá innsatsirnar og avbjóðingarnar, sum í løtuni merkja arbeiðið við integratión í Føroyum. Áðrenn kommunuvalið í fjør hoyrdu vit eisini fleiri valevni tosa um týdningin av virknari integratión í kommununum. Sum integratiónssamskipari eri eg fegin um henda framtakshuga, og at ljós verður varpað á evnið.

Á Útlendingastovuni hava vit sjálvsagt ein virknan og samskipandi leiklut í hesum arbeiði, har vit samstarva og samskifta við einstaklingar, felagsskapir, kommunur og aðalráð við tí fyri eyga at veita kunnleika og at skapa ein karm til integratiónina á ymisku økjunum.

Her kunnu vit sum dømi taka bóklingin “New to the Faroe Islands”, ið telur útivið 100 blaðsíður, sum er ein vegleiðing til fólk, ið flyta til Føroya. Tá hesin víðfevndi bóklingur skuldi skrivast, máttu allir avvarðandi áhugapartar arbeiða saman, soleiðis at avgerandi tørvir innan integratión vórðu møttir, og praktiskir upplýsingar fingnir til vega. Í skrivandi stund arbeiða vit við einari tilsvarandi verkætlan, hesaferð til kommunurnar at brúka í sambandi við tørvir og avbjóðingar, sum tær kunnu møta, tá ið tænasta verður veitt til tilflytarar.

Sjálvsagt ynskja vit øll, at integratiónin í Føroyum eydnast væl. Hetta verður tó bert veruleiki, um vit øll arbeiða saman og stuðla hvørjum øðrum – soleiðis sum eisini siður er á fleiri økjum her í Føroyum.

David Im, integratiónssamskipari

Lýsing Lýs her...