Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Vit smíða upp á gamla máta so vítt gjørligt


Skrivað hevur Oliver Joensen 20.04.2017 - 16:21

Lýsing Lýs her...

 Tað sigur Archibald Black, sum saman við Sjúrða Sólstein var á gamla skipafelagsbygninginum úti í Klaksvík í dag og gjørdi stórviðin til, til nýggja Nólsoyar Pálls Húsið.

Hetta tekur sína tíð, sigur Archibald, men málið er at fáa húsið innilokað í summar og helst liðugt til komandi summar.

Sum tú sært, sigur Archibald við eyðsýndum eyðmjúkleika fyri viðinum hann fæst við, so verður alt tappa og felt saman á gamlan hátt, og hyggur tú væl eftir, so sært tú at vit eisini hava pyntað plankarnar við gamla høvlinum hjá  Jákup bónda og hava fingið strípur fram við kantunum. Harafturat, so verður hølvað við hond. Tað gevur viðinum meira sál haldi eg. Hetta við hølvingini er kanska meira fyri "nørdar" skoytir Sjúrður Sólstein uppí.

Viðurin teir báðir brúka er eisini útvaldur til hetta serstaka arbeiðið, tað sæst at árringarnir eru sera tættir og tá Archibald biður meg lyfta annan endan á einum planka uppfrá, so merkist hvussu ótrúliga tungur hann er. "Hetta er viður, sum heldur fleiri hundrað ár longri enn annar viður", sigur hann og leggur afturat: "Tú sært, at plankarnir har yviri hava fingið eitt sindur gamlan lit. Tað kemst av at vit hava "vaska" teir í kaffi". Uppskriftina fekk eg eisini og kaffi sum brúkt er, er Nescafe, so vita tit tað.

Norðlýsið fer at fylgja byggingini frameftir.

Lýsing Lýs her...