Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Vit stuðla verkamannafeløgunum


Skrivað hevur Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð 18.03.2017 - 13:22

Lýsing Lýs her...

Tá ið Fólkaflokkurin tók við leiðsluni í Klaksvíkar Býráð í 2009, lá Kósavirkið stilt. Hetta var fíggjarligur smeitur fyri kommununa. Vit kunnu ikki góðtaka, at sitandi stjórn ætlar at fremja átøk, ið tekur grundarlagið undan virksemi í Klaksvík. Tí stuðla vit heilt og fult sjónarmiðunum hjá okkara verkamannafeløgum

Mikudagin 8. mars sendu verkamannafeløgini í Norðoyggjum skriv út, har tey m.a. søgdu: Verður uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan samtykt, er stórur vandi fyri, at hundraðtals arbeiðspláss í Norðurøkinum fara at hvørva um heilt stutta tíð. Tí vilja vit við hesum heita á politiska myndugleikan – og fyrst og fremst á tingmenn í Norðoyggjum, um at steðga ætlanini hjá landsstýrinum”. Víðari siga tey: “Vit hava tvær ferðir seinastu 25 árini upplivað, at virkið hevur staðið stilt, og tað er ein støða, sum vit ikki ynskja at uppliva aftur.”

At tilverugrundarlagið í Føroyum er fiski- og alivinnan, má vera hvørjum føroyingi púra greitt. Norðoyggjar hava alla seinastu øld verið tætt tengdar at broytingunum í fiskivinnuni. Hetta hevur givið okkum góðar uppgangstíðir eins væl og álvarsligar niðurgangstíðir. Hóast viðurskiftini hava verið óstøðug, hava vit altíð átt dugnalig vinnulívsfólk, ágrýtnar sjómenn og áhaldandi arbeiðsfólk, sum hava starvast í fiskivinnuni. Somuleiðis hava vit í Klaksvík altíð upplivað tætt samstarv millum verkamannafeløgini og arbeiðsgevarar. Feløgini hava havt góð arbeiðspláss til limir sínar sum hægstu raðfesting. Báðir partar hava havt stóra virðing hvør fyri øðrum. Um hetta ikki var, høvdu vit ikki havt so sterkan búskap í Norðoyggjum, sum allar Føroyar hava notið gott av.

Ynsktu skriv frá samdum býráð Vit høvdu ætlað, at eitt samt býráð skuldi senda skriv út, har vit, uttan mun til politiskan lit, stóðu saman um okkara verkamannafeløg og arbeiðspláss. Semja fekst ikki um tað, hóast fleiri av ætlaðu átøkunum í Fiskivinnunýskipanini tykjast at hótta tilverugrundarlagið í Norðoyggjum. Tíverri var ikki politiskur vilji til hetta.

Vit eru greið yvir, at tíðin rennur undan og 1. januar nærkast. Hóast hetta, so meta vit ikki vera rætt, at eitt so álvarsamt mál, sum rakar allar føroyingar, á ein ella annan hátt, ikki varð sent til hoyringar, áðrenn tað varð latið løgtinginum. Hetta sýnist at vera ein taktikkur fyri at geva teimum, ið virka í vinnuni minni umhugsanartíð áðrenn niðurstøðan er kend og fyri at fáa átøkini ígjøgnum.

Vit fara at heita á tingfólkini í landnyðringsøkinum og somuleiðis á øll løgtingsfólk um at lurta eftir fakligheitini og teimum sum nústani verða hoyrd. Latið vera við at samtykkja Fiskivinnunýskipanina í verandi líki, eftir at tit hava fingið so nógvar greiðar áheitanir og ávaringar.

Klaksvík 18. mars 2017 


Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð

Gunvá við Keldu 

Atli S. Justinussen 

Beinir Johannesen 

Herfrí J. Sørensen

Lýsing Lýs her...