Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Vitjan frá Dansk Bibel Institut


Skrivað hevur Torfinn Jacobsen 19.03.2017 - 03:14

Lýsing Lýs her...

Um ein ikki kennir til Dansk Bibel Institut (DBI), kann ein fáa eina ábending um, hvat tað er fyri ein lærustovnur við at lesa hesar tríggjar setningarnar: Gleði um gleðiboðskapin, álit á Bíbliuna og kærleika til menniskju.

Dagarnar 17.-25. mars vitjar DBI í Føroyum. Við á ferðini eru Finn Aasebø Rønne og Jákup E. Petersen. Teir fara at halda fyrilestrar, KFS-andakt, undirvísing, møtir, ungdómsmøtir og føstugudstænastur ymsastaðni runt landið. Hetta ynskir DBI at gera fyri at styrkja føroyingar í gleðini um gleðiboðskapin, álitinum á Bíbliuna og kærleikanum til menniskju. Harumframt fyri at kunna um arbeiðið hjá DBI.

Finn Rønne hevur tikið dr.theol útbúgving frá universitetinum í Keypmannahavn og undirvísir í kirkju- og missiónssøgu á DBI og er harumframt gestalærari á etiopiska gudfrøðisskúlanum EGST. Hann fer millum annað at undirvísa um Martin Luther og hava møtir á ársmøtinum hjá Heimamissiónini 24. og 25. mars. Hetta er fyrstu ferð, at Finn er í Føroyum, og hann er sera spentur at møta føroyingum og síggja vøkru náttúruna. Hann er giftur við Oddrun, og tey eiga tríggjar synir.

Kunna um útbúgving á DBI
Jákup E. Petersen, sum enn lesur gudfrøði, hevur tikið partar av útbúgvingini á DBI.
– Eg eri sera takksamur fyri undirvísingina og serstaka kaffistovu-mentalitetin, har tey lesandi og undirvísarar lættliga fella í prát saman um alskyns evnir, alt frá fótbóltsúrslitum til fatan av hebraiskum og grikskum setningum í Bíbliuni, sigur Jákup.
Jákup er giftur við Gurið, og eiga tey sonin Silas.
Eitt av endamálunum við Føroyatúrinum er at kunna um teir ymisku møguleikarnar at taka útbúgving á DBI. Ein kann lesa fulla bachelor-útbúgving, men eisini er møguligt at taka einstakar lærugreinir ella 1-árs skeið. Hetta kanst tú lesa meira um á heimasíðuni ella við at venda tær til lestrarvegleiðaran Peter F. Kofod.

Her er skráin fyri møtini dagarnar 17.-25. mars.

Finn Rønne:Sunnudag: Møti í Emmaus, Klaksvík klokkan 18.00.
Mánadag: Fyrilestur á Kambsdali. Fyrilestur í Gøtu kirkju klokkan 20.00.
Mikudag: Fyrilestur í Christianskirkjuni klokkan 19.30.
Hósdag: Fyrilestur í Hoydølum. Fyrilestur í Nes kirkju eftir føstugudstænastu.
Fríggjadag: Ársmøtið klokkan 20.00.
Leygardag: Ársmøtið klokkan 19.30.

Jákup E. Petersen:Fríggjadag: Ungdómsmøti í Leirvík klokkan 21.00.
Leygardag: Missiónsvika í Oyndarfirði klokkan 20.00.
Sunnudag: Møti á Toftum klokkan 18.00.
Mikudag: Føstugudstænasta á Skála/Strondum.
Hósdag: KFS í Hoydølum. Føstugudstænasta í Nes kirkju.

Um tú ynskir samband við Dansk Bibel Institut, so ber til at kunna seg á heimasíðuniwww.dbi.edu

Lýsing Lýs her...