Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir


18.02.2017

Ársaðalfundur

18.02.2017

Floksting 2017


Hús og heim



Merkisdagar og minningarorð



Vónandi bara byrjunarfeilir á Vaglinum!


Skrivað hevur Heðin Mortensen 04.01.2017 - 08:52

Lýsing Lýs her...

Fyrsta útsøgnin hjá nýggja borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu er alt annað enn álitisvekjandi.

Ein stórur partur av mest prinsipiellu málunum hjá kommununum verða viðgjørd í Kommunufelagnum, sum eisini er talurørið hjá kommununum og arbeiðir fyri at verja áhugamálini hjá teimum í mun til aðrar viðkomandi partar – eitt nú landsmyndugleikarnar.

Hetta eigur Annika Olsen at vita, tí hon hevur sitið hinumegin borðið meira enn eina ferð. Tí er einki høpi í at siga, at ein borgarstjóri í Tórshavnar kommunu skal hava sum aðalreglu ikki at vera formaður í Kommunufelagnum, tí hann bara skal arbeiða við kommununi sum útgangsstøði. Soleiðis ber snøgt sagt ikki til at hugsa!

Ein borgarstjóri má gera sína ávirkan galdandi, har sum málini verða viðgjørd – og tað er ofta í Kommunufelagnum. Ið hvussu er tey mál, sum hava felagskommunalan áhuga, og tað eru aloftast tey mest prinsipiellu málini.

Tveitt alt frá sær

Um Annika Olsen heldur hevði sagt, at onkur onnur kommuna nú skuldi sloppið framat ella at formanssessurin eigur at ganga uppá skift, so var tað ein støða, har fokus er á felagsskapin, og at vilja felagsskapinum tað besta. Men at siga, at borgarstjórin í høvuðstaðarkommununi ikki virðir at brúka sína tíð í einum fyri kommununa so týðandi felagsskapi, er bara ikki í lagi.

Nakað heilt annað er, at Annika Olsen – við tí hugburði, sum nýggja býráðssamgongan higartil hevur víst viðvíkjandi bæði Kommunufelagnum og kommunala sjálvræðinum – neyvan hevði verið vald til formann í Kommunufelagnum.

Hon hevur nóg illa sett seg í borgarstjórasessin, so letur hon Fíggjarmálaráðnum fíggjarstýringina hjá kommununum upp í hendur, og letur Mentamálaráðnum upp í hendur at stýra dagstovnunum. Hevði hon viljað nakað annað, enn at varpa ljós á seg sjálva – hevði hon verið ein góður liðspælari – so hevði hon byrjað við at viðgjørt slíkar grundleggjandi spurningar í friði og náðum í Kommunufelagnum.

Byrjunarfeilir

Samgonguskjalið ber somuleiðis boð um vantandi innlit í, hvat er kommunalar uppgávur og hvat er landsuppgávur. Ella eisini er tað bara vantandi virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tey nógvu seinastu árini er gjørt fyri at fáa greið markamót millum tað, sum er kommunalt og tað, sum er lands. Sum dømi kann eg nevna, at samgongan sigur, at hon ætlar, at tey eldru nú sjálvi skulu rinda fyri tænasturnar frá kommununi, meðan kommunan skal gera hospice. Hospice er púra greitt eitt landsmál undir heilsuøkinum – ein heilsutænasta frá sjúkrahúsvrekinum til allar borgarar, uttan mun til diagnosu ella aldur.

Vónandi eru hetta bert byrjanarfeilir, gjørdir í bráðræsi, og vónandi tekur nýggja býráðssamgongan annað skinn um bak, tá hon hevur fingið stundir til at stinga fingurin í jørðina. Vónandi vil hon vísa virðing fyri hevdvunnum samstarvslagi og grundleggjandi ábyrgdarbýti millum land og kommunur.

Og vónandi ætlar Tjóðveldi sum størsti flokkur í samgonguni ikki at leggja rygg til hetta, tí ikki mundu teir havnarborgarar vera mangir, ið atkvøddu fyri Tjóðveldi við vón um at uppliva so kavráan liberalistiskan høgrapolitikk í býráðnum.

Vit mugu vóna tað besta enn, men eg stúri, tí tað er skjótt at bróta niður og so vendist ikki aftur. Her skal eitt sera vakið eyga fylgja tykkum.

Heðin Mortensen

fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Lýsing Lýs her...