Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



William Heinesen og hampafólk


Skrivað hevur Arnstein Niclasen 09.11.2017 - 14:39

Lýsing Lýs her...

Helst settu mong seg kring landið forvitin framman fyri sjónvarpsgluggan seinasta hóskvøld (2/11) fyri at hoyra nakað av forkunnigum innihaldi um tann av Norðurlandaráðnum hálv-beprísaða poetin William Heinesen - sum persón og høvunda. William (1900-91) og Olof Lagercrantz (1911-2004) býttu henda prísin í 1965 – hóast teir báðir, hvør sær, høvdu uppiborið ta fullu upphæddina og heiðurin.

Tann gratis forhonds reklaman frá SvF vakti vitiliga ans, hetta at vitja í skaldabøli Williams við luttøku av Zacharis Williamssyni, helst fólkaligasta listamanni landsins eftir at Ingálvur av Reyni (1920-2005) fór foldum frá. Men skamma stund seinni raknaðu tey mest begávaðu við framman fyri gluggan, at kultur-dannilsisferðin um land og hav kanska mest var til undirhalds fyri flennifyl?

Sjónvarpsleikurin var framførdur av fremstu skemtara-duo Sortudíkisins. So fittir og framligir (bipp!)-skemtarar hesir báðir: Ja’kobu-Finnur og Vatnhamars-Tróndur, har ið tilreiðingin minti ikki sørt um vatn, men var tó ikki so glarkend, sum kommunuvatn býarins plagar at vera.

Sera stuttligt og innihaldsríkt. Ja, ikki sannheit! Men kanska gav framleiðsluhópur SvF’s sær ikki gætur um at: “Skemt – tað er ein alvorlig sak”, sum ein meginskemtari plagdi at siga. Og, hvar bleiv nú William Heinesen av?

Eg helt út við gluggan til at skemtararnir báðir blivu ílatnir orange litaðar fangabúnar í hondjørnum, høvdu ketu um beinini við kúlu á endanum og staddir í gummi-cellu løgreglunnar. So flott - og so uppiborið. Men hvussu teir eru komnir út aftur? Tað er ein gáta. Tí, eg meini at hava sæð teir í býnum síðani. Men nokk um tað. Stásmenn. Teir vera aftur um 5 vikur. So vit eru ávarað(!).

- - - - - - -

Ein aftureftir lýsandi framsýning av verkum Williams var í Listaskálanum einaferð í summar. Eisini eitt sera skemtiligt fyribrigdi, har ein serkønur, sum helst ikki kendi William, greiddi teim mongu innkomnu, og sum væl kendu William, heldur møðisliga frá Williamsa lívi og kunsti. Men vit komu bara ikki Williami eina sponn nærri.

Og eftir hetta kom eitt longri fyridrag um, táið bókaútgávur Williams komu fram á torg. Men, er tað ikki barnamatur, at William gav út 7 skaldsøgur, 7 stuttsøgusøvn og 7 yrkingasøvn?

Úrvalið av orðum og myndum listasavnsins henda summardag var eisini so sum so. Saknaði okkurt orðið frá Williamsa tiltikna skemtingarlagi. Líka frá teim frumkendu orginalum býarins til teir málningar við teim hvítu brotunum. Ja, nakað sum tað, ið Tróndur Olsen, á Malarenda, manar fram í yrkingini:

- við brakandi brotum so hóttandi há,

tú dró meg sum barn, tá eg undrandi lá

og leit á tann skiftandi streymin, eg sá.

- - - - - - - -

Og nú til seinast í kirkjukjallaranum í Hoyvík varð herfyri lýst til ein fyrilestur um William Heinesen og kristindómin. Har ein ungur, nýklaktur lektari við Setrið hevði orðið. Hálvur kollfirðingur, segði onkur. Sera áhugaverd framløga. Fyrri parturin var hildin í heldur títtum duri, so kom ein góður og forloysandi kaffisteðgur, og so seinni partur meiri í mol. Og tað var gott.

Maðurin hevði eina hóp av vitan úr bókum. Tað liggur til slagið, og tað ger minni. Men táið hann datt í at vilja føra prógv fyri, at William var mestsum besettur av at lesa Nietzsche (1844-1900), ið allar dagar var ein ovurhonds sorgarsøga um ein genialan heimspeking, prestasonur, plágaður likamliga og doyði sálarliga kaputt, ið m.a. stríddist við “yvirmenniskja” og við Guds eksistens - nakað sum Skriftin sjálv viðger støðugt – og væl betri. Ja, var hetta eftirfarandi?

Og táið fyrilestrahaldarin vildi draga ein persón fram úr bók Williams: “Magister Mortensen”, ein hálvfjákutan tilflytara, sum ein hóskandi páfallin líkheitsleisti til omanfyri standandi um Nietzsche, tá tókti mær – bara ein vanligur lesari av áhuga frá barni av – at, um ketan her ikki leyp av, so trongdi hon til at strammast eitt vet. Og – ella tí - vit komu ikki Williami eitt vet nærri.

Tí var William ikki bara ein framúr evnaligur høvundur her úr Havn, ið var minni lærdur og meiri begávaður enn tey mongu lærdu,sum nú “liva” av honum? Var hann ikki eitt barn av síni tíð, ið hoyrdi til “Årgangen, der måtte smuble i starten” (samb. prof. E. Frandsen)? Og var hansara hendinga humor ikki ein eyðvitað afturundirgerð, sum beinleiðis og óbeinleiðis sermerkti alt hansara lívsverk – líka frá trøllinum við teim 9 høvdunum í lesibókini fyri børn - til hansara politisku og religiøsu áskoðanir – eisini í fleirtali? Kann hann ikki bara standa einsamallur – meiri upp á gott og ilt?

Og hví havi eg so skrivað hesa “spjørrina” - um hetta omanfyri standandi? Jú, kanska tí, at eg onkrastaðni havi lisið, at Karen Blixen, ið annars var í uppskoti til Nobel-prísin saman við Williami, einastaðni sigur: “Kunsten er en udfoldelse af kunstnerens eget væsen, og hans værk ligger ikke egentlig uden for ham selv, men det er ham selv!”

Ja, tað var bara tað.

Arnstein Niclasen






Lýsing Lýs her...