Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Váttað: John Frederiksen til HB

Jákup Ósá

Nú er skiftið váttað sum hevur ligið í kortunum í fleiri vikur.

Fyri næstan tveimum vikum síðani skrivaði Norðlýsið at U21 landsliðsleikarin John Frederiksen mest sannlíkt skiftir til HB undan komandi kappingarári. Í kvøld váttar HB, at felagið hevur gjørt sáttmála við leikaran, sum í 2017 skoraði 6 mál og legði upp til 4 mál í 716 minuttum.