Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Poddar

Latum okkum øll fundast

Jóhann Lützen

Tey flestu innanfyri tað almenna kenna til eina líknandi arbeiðsviku: Mánadag er fundur í samskipanartoyminum, týsdag er ráðleggingarfundur, mikudag er starvsfólkafundur, hósdag er nevndarfundur og fríggjadag er eftirmetingarfundur. Mál til fundin skulu vera inni 5 dagar áðrenn fundin, og 4 dagar áðrenn kemur fundarfrásøgnin frá síðsta fundi, sum ongin lesur.

At starvsfelagar hittast til kaffi og smákakur uttanfyri arbeiðstíð krevur eina innkalling við eini útførligari skrá. Afturfyri eru krøvini til innihald tað linari. Trý tey fyrstu punktini eru góðkenning av ólisnu frásøgnini, av skránni sjálvari og so um nakað punkt skal vera undir ymiskum. Har koma vanliga fleiri punkt, sum øll hava gloymt, tá fundurin er komin so langt. Eisini tey sum hava sett punktini á.

Teir flestu fundirnir kunnu lukkutíð avgreiðast uttan at nakað kemur burturúr. Góðskan verður tá mett eftir, um tað var ein turrur hálvmáni frá Dancake ella høgt belagt smyrjibreyð á borðinum. Til aðrar fundir er neyðugt við eini støðutakan, og tá er straks verri. Tey sum hava sum arbeiði at taka sær av nøkrum, síggja vanliga fundir sum høvi til at seta ein bólk at gera tað fyri seg. So spyr hesin, ella hann fær fundarleiðaran at gera tað fyri seg, út í rúmið, hvør hevur hug til at vera við. Hetta verður síðani endurtikið við kunning um at tað verður samsýnt. Síðani má skipast fyri atkvøðugreiðslu, tí ov mong vóru um boðið.

Á komandi fundi hevur arbeiðsbólkurin, mannaður av fólki sum mátti hava fleiri innanhýsis fundir fyri at finna út av hvat tað var tey skuldu, gjørt eina eftirmeting av einum uppriti um eina strategi at gera tilmæli um eitt hoyringarskriv til avvarðandi myndugleika, og um alt gongur uppá stás, verður onki at hoyra frá tí aftur.

Men kann skilið vera nakað annað? Øll vita, at bólkaarbeiði við fleiri enn 5 fólkum er dømt at miseydnast, hvussu skal støðan so vera ein onnur við 30+ starvsfólkum í einum rúmi? Men fleiri fundarleiðarar síggja tað sum neyðugt at innkalla ØLL starvsfólkini á fund, heldur enn at taka málini upp við avvarðandi partar isolerað.

Tá tað kemur til fundarleiðarar, so eru teir bestu altíð teir, sum seta prís uppá ein heitan døgurða á miðdegi. Hava starvsfólkini høvi til sjálvi at velja toymisleiðarar, so skal ein sovorðin veljast. Hini, tey sum møta við barnagarðs-mateskju við tveimum flísum av rugbreyði við rødbedum, smurdum dagin fyri, mugu ongantíð útpeikast til toymisleiðarar, tí hesi kunnu saktans finna uppá at leggja fundirnar í døgurðasteðginum. Tá ein sjálvur hevur ein rotnan døgurðasteðg, hevur ein vanliga ikki so nógv ímóti at gera teir hjá øðrum líka rotnar.

Men tá alt kemur til alt, so eru fundir fyri at fáa fólk at halda seg hava ávirkan. Og tað er neyðugt í einum fólkaræði. Ikki at fólkið ræður – tað hevði verið púra ábyrgdarleyst – men at fólkið heldur, at tað ræður. Ein stjóri kann ikki bara taka eina avgerð. Hann má halda ein fund um avgerðina; alt annað hevði verið óciviliserað. Tí munurin á okkum, einum framkomnum fólkaræði, og so einum tilafturskomnum holi í triðja heiminum er, at her hjá okkum verður fólkið spurt eftir, áðrenn tað verður ignorerað.