Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Poddar

Frálík røða, men?

Jóhann Lützen

Á einum valfundi í Læraraskúlahøllini hevði undirritaði hildið røðu fyri lista D, og komin aftur á sessin, teskaði táverandi løgmaður Marita Petersen mær í oyrað á sínum eyðkenda suðuroyamáli: ”Tú Bergur, hatta var ein frálík røða, men tú fært ikki eina einastu atkvøðu afturfyri hana!” Og satt segði hon, undirritaði bleiv, sum vant, botnkandidatur í atkvøðum fyri Sjálvsstýrisflokkin á løgtingsvalinum. Eg kom at hugsa um orðini hjá Maritu løgmanni, nú partafelagi hennara helt sína løgmansrøðu, sum eftir míni fátøku metan kendist bæði virðilig og sonn, høvisk og kultiverað, og ikki minst viðkomandi í politisku støðuni í Føroyum í dag.

Nú eri eg ikki nakar serfrøðingur í retorikki, sjálvt um eg sum prestaspíra bleiv upplærdur í tí at prædika og halda talur annars. Men, eg fari kortini at loyva mær at siga, at retoriskt var løgmansrøðan við árslok fyrimyndarlig. Men, hevði skilakonan Marita Petersen enn verið á lívi, so hevði hon kanska eisini teska til løgmann aftaná røðuna: Tú Aksel, hattar var ein fyrimyndarlig røða, men tú fært ikki eina atkvøðu afturfyri hana! Ongin hevur fingið fjøldina aftanfyri seg við at halda objektivar skilagóðar røður! Meðan fólk, ið halda skilaleysar røður alt ov mangan fáa fjøldina við sær.

Hálvar lygnir, skeiklaðir sannleikar og meira ella minni fúlir fordómar, tað er reseptin, uppskriftin til fólkatekki. Og tað er ein sannroynd, at vit, hvør sær, halda at tey sum eru samd við okkum eru skilagóð, meðan tey sum eru ósamd við okkum, aldrin kunnu siga nakað skilagott. Ein røða ella tala, ið skal vinna fólkatekki skal skipast eftir einum ávísum leisti, og receptin kundi sæð nakað soleiðis út (og skal lesast við humor!): Loysingarrøða: 50% útspilling av dønum (loysingarfólk elska alt danskt, men hata danir) 20% national romantikk 15% avoldaðar ríkishugsjónir. Restin: ein blanding av sunnum fornufti.

Sambandsrøða: 50% verja av ríkisfelaksskapinum (sambandsfólk elska Danmark, men hata alt sum er danskt) 20% góðu gomlu dagarnir 15% avoldaðar ríkishugsjóinir Restin: ein feril av sunnum fornufti.

Vekingartala/-prædika: 50% helviti, synd, dómur, undirgongd og syrgiligar lagnur, 20% Móses og Paulus 15% Jesus og vón. Restin: hugvekjandi ævisøgur. Hetta skal sjálvandi lesast sum ein karikaturur, ein keipumynd av veruleikanum – og tó! Eisini við einum sindri av álvara. Einaferð í teimum góðu gomlu døgunum, tá tey gingu friðargongu niðan í Mjørkadal, bleiv undirritaði biðin um at halda eina av friðarrøðunum í Norðurlandahúsinum. Eg var seinasti røðari, og meðan eg tosaðu, fóru áhoyrarnir at tutla saman, summi geispaðu, og fleiri rýmdu.

Orsøkin til hetta var, at eg tosaði um, at vit bara fáa frið um hvør einstakur veruliga vil hava frið, og at friðurin altíð byrjar í okkum sjálvum. Fyri at fáa friðargongufjøldina við mær, skuldi eg í staðin havt tosað um kapitalismu versus kommunismu, um eysturheimin mótvegis vesturheiminum, um Gorbatjov og Reagan, og um hjarnorkuvápn og avdubbing. Hettar var tá sanna uppskriftin til eina friðarrøðu. Við tað at eg ikki fylgdi uppskriftini, so fóru fólk at teska, geispa og rýmdu! Í veruleikanum ynskja vit bara at hoyra røðarar/talarar, ið vit eru samd við – øll hini møsna, ella tað ið verri er!