Um vikuskiftið varð árliga Kjølur Open kappingin telvað í Klaksvík. Við vóru 13 telvarar, og telvaði vóru 7 umfør, harav trý tey fyrstu vóru kviktalv.
Finnbjørn Vang úr Klaksvíkar Talvfelag, ið var ratingfavorittur, gjørdi bart og vann øll síni talv, og fekk sostatt 7 stig, fult stigatal.
Næstur honum varð Janus Skaale, eisini úr Klaksvíkar Talvfelag, við 5 stigum.
Á einum deildum 3. -4. plássið endaðu Tummas Martin Sólsker (Klaksvíkar Talvfelag) og Margar M. Berg (Havnar Telvingarfelag) við 4½ stigum.
Fyri Janus, og fleiri av hinum ungu telvarunum, ið vóru við í kappingini, var hetta ivaleyst góð venjing undan NM kappingini fyri skúlaungdóm, ið teir skulu luttaka í í Finnlandi, komandi vikuskifti.



