Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag

Tíðindaskriv

Á ársaðalfundinum hjá Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag var avgjørt nevndin komandi ári skal vera 5 nevndarlimir ístaðin fyri 7.

Jenus í Trøðini av Signabø heldur fram sum formaður. Nevndin í felagnum eru:

 

Jenus í Trøðini, Signabøur : formaður og aðalstjórnarumboð

Petra E. Petersen, Kvívík : næstforkvinna

Jens Ivan í Gerðinum, Vestmanna : skrivari

Eyðálvur í Dávastovu, Vestmanna : peingarøkil

Heini Holm, Kvívík : nevndarlimur

Hallbjørg Lamhauge, Vestmanna : tiltakslimur

Torstein Paulason Brattaberg, Vestmanna : tiltakslimur

Jógvan í Dávastovu, Vestmanna : tiltakslimur

Pauli Trond Petersen, Vestmanna : tiltakslimur

 

Eftir lógarfestu punktini, var umrøtt stóra týdningin av at røkja lima skaran í felagnum, við kunning og limafundum, umframt politiskum fundum.

Fleiri tiltøk hava verið í vestara partinum í økinum, og í vár vera eisini tiltøk í eystara partinum. Um áhugi er at hjálpa til við hesum tiltøkum, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við onkran í nevndini, her er leinkja til heimasíðu floksins.

Eitt aðalmál hjá nývaldu nevndini er at økja limatali í felagnum.

Økisfelagið í Norðurstreymi staðfesti týdningin av at samgongan heldur áfram at fremja tey málini sum ikki eru avgreidd og sum eru niðurfeld í samgonguskjalið, og fegnast somuleiðis um tey stóru og týdningarmiklu mál sum eru framd.