Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lívsstíls- og sølumessan nærkast

Tíðindaskriv

Nú er bert ein lítil vika til dyrnar verða latnar upp í Stórhøllini á Hálsi til stóru Lívsstíls- og Sølumessuna sum verður leygardagin tann 5. Mai kl. 10.00 til kl. 20.00 og sunnudagin tann 6. Mai frá kl. 14.00 til kl. 20.00.

Ein rúgva av ymiskum fyritøkum og stovnum fara í tveir dagar at vísa fram, hvat tey kunnu bjóða sínum viðskiftafólkum, og messan er opin fyri almenninginum báðar dagarnar.

Á messuni luttaka fyritøkur og stovnar innan alskyns økir, og tí er einki at ivast í, at tað verður nakað fyri øll, sum vitja messuna.

 

Stórslignir vinningar

Tað kostar 100 krónur fyri vaksin at sleppa inn á messuna, meðan børn undir 12 ár sleppa ókeypis, um tey eru í fylgji við vaksnum.

Atgongumerkini eru báðar dagarnar við í lutakastinum um stórslignar vinningar. Leygardagin verður drigið lut um flogferðir til bæði Malta, Lissabon og Gran Canaria við Atlantic Airways, meðan tað sunnudagin verður drigið lut um ferðaseðlar til Malta og til Lissabon við Atlantic Airways, umframt at tað eisini verður lutakast um ein familjuferð við Norrønu og eina kaffimaskinu frá Jura fyri nærum 10.000 krónur.

 

Meiri kunning er at síggja á heimasíðuni www.lsm.fo

Harleywoodpaint