Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Slóða fyri 2018: Her er skráin  

Tíðindaskriv

Umhvørvisátakið Slóða fyri byrjar sunnudagin og heldur fram alla komandi viku. Evnið í ár er burturkast og endurnýtsla, og hetta sæst aftur í skránni, sum m.a. umfatar kjakfund um burturkast, skiljing og endurnýtslu

Slóða fyri er nýggja heitið á umhvørvisvikuni í Klaksvík, og endamálið er at eggja borgarum í Klaksvíkar kommunu at ganga á odda í umhvørvismálum. Átakið byrjar við grønari guðstænastu í Christianskirkjuni sunnudagin kl. 11.00, og heldur fram til leygardagin, tá ið hjólvelting, plantutiltak o.a. er á skránni.  

Mikukvøldið verður kjakfundur um burturkast, skiljing og endurnýtslu í Spaniastovu. Luttakarar verða umboð frá Endurnýtsluni í Klaksvík, Ringrás, IRF og Klaksvíkar Kommunu og landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum. Orðstýrari verður Ragnheiður Bogadóttir frá Fróðskaparsetri Føroya. Kjakið fer at taka útgangsstøðið í Vit og skil í eina viku, eitt átak har fýra borgarar í kommununi royndu seg við at skilja alt húsarhaldsrusk í eina viku (sí meira um tiltakið á facebooksíðuni Slóða fyri).

Um veðrið er til vildar, verður útikonsert uttan fyri kunningarstovuna fríggjamorgunin, har næmingar á Skúlatrøð og Rakul Ró framføra umhvørvissangin Vit og skil og aðrar barnasangir. Barnagarðar taka eisini lut og áhoyrarar eru vælkomnir at lata seg í endurnýtsluklæði og ikki minst at hava egin endurnýtsluljóðføri við.

Kunnið tykkum nærri á: klaksvik.fo/slodafyri og á Facebook síðuni Slóða fyri