Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Petter Dass á mannatungu í Føroyum

Tíðindaskriv

Útgávukonsert hjá Niels Midjord og Eilin Hansen leygardagin 10 nov. Kl. 20:00

Norski presturin og skaldið Petter Dass (1647-1707) hevur havt størri ávirkan her á landi, enn fólk flest munnu geva sær far um. Í hansara tíð var tað sjáldsamt at duga at lesa, og hann lærdi tí síni sóknarbørn á tann hátt, at hann yrkti kvæði burtur úr bíbliusøgun í Gamla Testamenti. Eisini yrkti hann ein sang til hvønn lærusetningin í Luthers lítlu katekismus. Sjálvt um hann ikki upplivdi, at nakað av hesum kom á prent, meðan hann livdi, so spjaddist tað skjótt munn av munni um alt Noreg og kom eisini til Føroya. Her hava vísurnar hjá honum verið so mikið nógv nýttar, at tær hava fingið egin føroysk løg. Bíbilsku vísurnar meira kvæðakend løg og katekismusangirnir lættari sálmakend løg. Tað er eitt lítið úrvæl av hesum løgunum, tey fara at syngja.

 

Í mai vóru Klaksvíkar sangkór og Fuglafjarðar sangkór á kórstevnu í Ørsta í Noreg. Eilin og Niels syngja bæði í Fuglafjarðar sangkóri, og nýttu høvið at fara á konsertferð í Noreg vikuna fyri. Millum annað sungu tey í sóknarkirkjuni hjá Petter Dass í Alstahaug. Pól Hans á Grønutúgvu var við bæði á konsertferðini hjá teimum og á kórstevnuni og filmaði allan túrin. Hesin filmurin verður vístur í steðginum.

 

Helgi Midjord hitar upp til útgávukonsertina..