Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Signar syngur í Spaniastovu í kvøld

Tíðindaskriv

Seinasta konsertin í Spaniastovu í ár verður við Signar í Homrum í kvøld.

Signar telist millum best umtóktu og mest virknu tónleikarnar í landinum seinnu árini. Hann spælir til alskyns tiltøk sum solistur og saman við bólkinum Rox.

Leygarkvøldið fáa fólki høvi at uppliva Signar spæla á konsert, sum hevur fingið heitið »Kærleikans mátt«. Saman við bólkinum Rox spælir Signar eitt fjølbroytt úrval av gomlum og nýggjari sangum.

Konsertin við Signari í Homrum verður í Spaniastovu í Klaksvík í kvøld kl. 22.00.

Harleywoodpaint