Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverd listaframsýning á Viðareiði

John William Joensen

22 ára gamla listakvinnan Eydna J. Steinberg sýnir fram málningar í kjallaranum í heimi sínum á Eggjarvegi 61 á Viðareiði. Framsýningin lat upp mikudagin og verður opin fram til komandi mikudag frá kl. 17 til kl. 20.

Vit vóru á Viðareiði og tóku nakarar myndir av framsýningini, og sigast man at hóast listakvinnan er ung, megnar hon hava sín egna stíl.

Sjálv sigur listakvinnan at henni dámar sera væl at arbeiða við smálutum í listaverkunum og hon fyri tað mesta arbeiðir við realistiskum motivum meðan litspælið er meira frítt.