Hósdagin 29. august millum kl. 16 og 18 hevur Tónlistaskúlin opið hús. Øll børn og ung eru vælkomin at síggja og royna tey ymisku ljóðførini, foreldur og onnur eru vælkomin við.
Til klaver og guitar eru bíðilistar, men pláss er fyri næmingum til fleiri onnur ljóðføri, t.d. blokkfloytu, tvørfloytu, violin, horn, klarinet og saxofon.
Vit í Tónlistaskúlanum gleða okkum at síggja tykkum.



