Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Carnival Legend 3 ferðir til Runavíkar í 2021

Tíðindaskriv

Risastóra ferðamannaskipið Carnival Legend hjá amerikanska reiðarínum Carnival Cruise Line hevur bókað pláss í Runavík 3 ferðir í 2021.

Tað er Tor Shipping, sum umboðar amerikanska reiðaríið og hevur bílagt pláss til skipið í Runavík. Tær tríggjar vitjaninar eru í juni, juli og august 2021. Carnival Legend varð sjósett í 2002, er 294 metrar langt og tekur 2.200 ferðafólk og manningin telur 1000. 

Runavíkar Havn hevur merkt øktan áhuga frá reiðaríunum nú Skálafjarðartunnilin letur upp komandi ár. Havnarútbyggingin hevur eisini stóran týdning tí nú ber til at taka ímóti øllum støddum av ferðamannaskipum.

Um tvær vikur luttekur Runavíkar Havn aftur á ferðaskipastevnu, hesaferð er tað Seatrade Europe í Hamburg.