Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Betri Banki vertur fyri Netverksfundi

Klaksvíkar Vinnulívsráð

Mikumorgunin 11. september verður fyrri Netverksfundurin í heyst hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík í Betri-bankahølinum í Bøgøtu 1

Tað verða forstjórin Jean Djurhuus, og stjórin Olav Guttesen, sum koma at greiða frá um gongdina í búskapinum í Føroyum og um fíggjargeiran, hvussu hann er skipaður, hvussu hann er fyri og hvønn leiklut hann hevur í mun til føroyska búskapin, vinnuna og samfelagið.

Hesi viðurskifti eru sera viðkomandi serliga í einum parti, har privatar vinnur á sjógvi og á landi eru grundarlagið fyri allari framgongd og menning.

Seinast fara teir at greiða frá bygnaðinum og øðrum viðurskiftum í Betri samtakinum.

Her verður høvi hjá limunum í Vinnulívsráðnum í Klaksvík og teirra fólki at seta spurningar og sum vanligt er at tosa saman  og netverka.

Byrjað verður kl. 9.30 við morgunmati og endar um middagsleitið.

Netverksfundurin er fyri limirnar í Vinnulívsráðnum og teirra fólki.

Vónandi verður góð uppmøting sum vanligt.

Harleyfacadeacryl