Í 1985 gjørdi Finnur Helmsdal, sáli, ítróttarskrivari á blaðnum “Alt um ítrótt” eina áhugaverda samrøðu við táverandi B68 venjaran, John Kramer, sum leiddi toftamenn til søgulig føroyameistaraheiti í fremstu føroysku fótbóltsdeildini.
John Kramer sum m.a. hevði eina fortíð sum danskur landsliðsleikari og venjari hjá danska stórfelagnum KB, sum í dag eitur FCK (Keypmannahavn), var eisini venjari hjá KÍ tá norðoyingar vunnu kappingina um Løgmannssteypið.
KELDA: www.tidarrit.fo



