Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Símun Gullaksen: Takið allan trupulleikan við

Símun Gullaksen

Dagur og Vika hevði eitt rímuliga langt innslag tann 11. februar viðv. lendingarviðurskiftinum í Svínoy. Alt gott um tað og sjálvandi skulu svínoyingar fáa munandi betri atløguviðurskiftir.

Hinvegin kann eg ikki lata tað fara aftur við borðinum, at tað bert varð tosa um Svínoy og ikki Fugloy. Farleiðin Ritan røkir kallast leið 58 – Hvannasund / Hattarvík. Sostatt eigur allur trupuleikin í samband við lendingarviðurskiftir á hesi farleiðini at takast við.

Her er talan um Hattarvík, Kirkja, á Eiðinum og víkini Svínoy – altso skal hædd takast fyri øllum um arbeiðast skal við einari hóskandi loysn fyri farleiðina 58 hjá SSL.

Niðanfyri er eitt filmsbrot, ið vísur atkomuviðurskiftini á Hattarvík