Á samkomu í gjár í Mettustovu hava Kvinnufelagið í Havn og Mettugrunnurin heiðrað trimum kvinnum
Kvinnufelagið í Havn hevur tilnevnt Petru Arge til heiðurslim í
felagnum. Petra Arge var valdi til nevndina á stovnandi fundinum i
Kvinnufelagnum 31. mars 1952. Síðani stovnan hevur Petra Arge verið ein
virkin og trúfastur stuðul í Kvinnufelagnum.
Mettugrunnurin, sum er ein grunnur undir Kvinnufelagnum, hevur valt at
heiðra Annu Dalsgaard og Jóngerð Poulsen, sum tóku stig til at stovna
Beran. Berin eru sorgarbólkar fyri børn/ung og avvarðandi, sum hava mist
ein av sínum nærmastu. Síðani teir fyrstu sorgarbólkarnir vóru stovnaðir
í 2003 er virksemið hjá Beranum økt munandi, og er tað prógv um, at
stórur tørvur er á hesum sorgarbólkum.
Kvinnufelagið í Havn og Mettugrunnurin ynskja Petru, Annu og Jóngerð
hjartaliga til lukku við heiðrinum.




