Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Poddar

Corona – hvat vit vita higartil

Jóhann Lützen

Virusið er sera vandamikið, ja, beinleiðis lívshættisligt. Men ikki vera bangin fyri tí. Bert gomul og veik fólk kunnu doyggja av tí, umframt tey sum ikki eru gomul ella veik.

  • Smittufyribyrgingin skal halda fram, til øll eru smittað.
  • Smáar matstovur kunnu hava 30 fólk inni, stórar kirkjur í mesta lagi 10.
  • Skúlar og dagstovnar eru opnir, men vilja helst ikki hava nakran at møta. Undirvísing riggar best uttan næmingar.
  • Kanska tey frísku eru immun yvirfyri sjúkuni, og tí ikki fáa hana aftur. Møguligt er tó, at tey fáa hana aftur.
  • Brúka andlitsmasku og eingangshandskar, men ikki útvega tær andlitsmasku ella eingangshandskar, tí tað skal vera nokk til heilsustarvsfólk.
  • Virusið rakar ikki børn og ung, onnur enn tey børn og tey ungu, sum tað rakar.
  • Haldið frástøðu, ið skal vera 2 metrar. Ein metur er 25 cm.
  • Allir handlar skulu vera afturlatnir uttan teir, sum eru opnir.
  • Ikki fara av matriklinum undir nøkrum umstøðum. Uttan so at har eru umstøður, sum gera, at tú mást fara av matriklinum.
  • Virusið kann vera aktivt á yvirflatum í 2 tímar eftir, at man nart við tað. Ella 4 tímar. Ella 6 tímar. Ella fleiri dagar.