Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Málningaframsýning í Ribarhúsi

Tíðindaskriv

Marjun í Lambanum letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi leygardagin, 27. juni kl 16:00i.

Marjun er ættað úr Norðagøtu og er gift við tí skemtiliga úrmælinginum, Samson í Lambanum úr Fuglkafirði, og eiga tey 4 deilig  børn: Fritleif, Sonja, Ragna og Jákup. Tað skemtiliga og tað listaliga eigur dagin og løtuna. Havi eina yndisliga, fagra, lítla  mynd á vegginum , sum Marjun hevur gjørt 1998 av eini mammu við einum bróstabarni og einum størri barni, sum  leggur seg afturat móðrini á vinstru lið. Hetta er millum hennara fyrstu myndir, og má eg siga, at hennara penslabørn eru komin væl undan, og er hetta ein  sjón fyri eygað og gleðiligt at sjá hvønn dag. Tað verða 20 verk á vegginum. Flestu málningar hennara  eru av bygdum, bygdaløgum og persónum í vøkrum, ljóslittum, gráligum skapum, sum halda hendur fast um tilverunar gongd í einum vøkrum íblástri í einari kensluligari tilevning.

Framsýningin hongur uppi til hósdagin 9.juli.