Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

ÍtróttaNAVNIÐ 2020 ein svimjari, rógvari ella fótbóltsspælari

ÍSF

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Sverri Sandberg Nielsen og Jóan Símun Edmundsson eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaNAVNIÐ 2020, ið er ein av heiðurslønunum á ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið

Royndi svimjarin Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Sverri Sandberg Nielsen, evropameistari í rógving, og fótbóltsleikarin Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við týska Arminia Bielefeld, eru í uppskoti at fáa heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2020.

ÍtróttaNAVNIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á Ítrótta-FAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ verður latin einum íðkara, ið skarar framúr.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevur megnað at hildið fram við menningini, hóast hon hevur verið darvað av skaðum. Hon vísir ein framúr góðan hugburð til venjing og kapping. Hon vann allar sínar finalur í FM í november – tilsamans 13 gullheiðursmerki á stuttgeil.

Sverri Sandberg Nielsen tryggjaði sær við gullinum evropameistaraheitið í single sculler í EM í Poznan í Póllandi í 2020. Árið fyri vann hann silvur í heimsmeistarakappingini í Eysturríki. Føroyski evropameistarin hevur víst, at við áræði og miðvísari venjing ber til at røkka nærum óhugsandi málum.

Jóan Símun Edmundsson hevði eitt gott kappingarár í 2019, hóast hann stríddist við skaðar. Hann var ein av lyklaleikarunum hjá Arminia Bielefeld, sum vann sær uppflyting til Bundesliguna.

ÍtróttaNAVNIÐ fær umframt heiðurin eisini 5.000 krónur í gávu. ÍtróttaFAGNAÐURIN 2020 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. februar, kl. 19.30.