Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hví leggur samgongan Veðurstovuna í Havn?

Beinta Løwe, løgtingskvinna, Tjóðveldi

Brádliga er komið undan kavi, at Veðurstova Føroya er staðsett í Havn. Tað sæst í starvslýsing eftir veðurfrøðingum til Veðurstovuna.

Sostatt velur samgongan at leggja nøkur nýggj arbeiðspláss í Havnini. Hetta hóast førleikar innan hetta økið bæði eru á Sjónámi í Klaksvík og á Flogvøllinum.

Tí hevur undirritaða sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, fyrispurning um nær endalig avgerð er tikin um at leggja Veðurstovuna í Havn, ella um ætlanin er at leggja Veðurstovuna aðrastaðni, antin í Klaksvík ella á Flogvøllinum.