Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Atgongumerkjasølan byrjar 21. mai

Tíðindaskriv

Fyri fyrstu ferð í seytjan ár skal A-landsliðið við monnum spæla venjingardystir á heimavølli. Fríggjadagin 4. juni koma íslendingar á vitjan, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 7. juni verður Liktinstein mótstøðuliðið. Báðir dystirnir byrja klokkan 19:45.

Um- og útbyggingin av Tórsvølli hevur gingið væl, og væntandi stendur langsíðan á vestaru síðu liðug til landsdystirnar í juni. Tá verður eisini pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum kring vøllin.

Men vegna koronastøðuna, sleppa bara áleið 2.500 áskoðarar til dystirnar móti Íslandi og Liktinstein.

Atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin 21. mai klokkan 12:00, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin verður 150 og 200 krónur.

Seinast A-landsliðið við monnum spældi venjingardyst í Føroyum var tann 18. august í 2004, tá maltesar vórðu sendir av Svangaskarði við einum 3-2 tapi í viðførinum. Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen og Fróði Benjaminsen gjørdu føroysku málini.

Landsliðshópurin til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein verður kunngjørdur á tíðindafundi, sum verður í FSF-húsinum týsdagin 25. mai.