Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevur tú ikki fingið skil á GDPR enn?

Tíðindaskriv

Kom á grundskeið við Helgu á Borg, forkvinnuni í Dáturáðnum, tann 29. oktober, so tú ert vís/ur í, at tit fylgja lógini og sleppa undan bót.

Á skeiðinum lærir tú reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum, og sleppur undan møguligari, stórari bót. Upplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni.
Men tað er ikki líka mikið, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar.

Luttakarar siga:
“Eg kann viðmæla øllum skeiðið, sum eru dátuábyrgdarar og gera váðametingarí sambandi við viðgerð  av persónsupplýsingum”.

“Hon dugur sera væl at greiða frá, so heildin hon legði fram, var góð”

“Skeiðið klárlegði nøkur viðurskifti, ið vóru mær nakað ógreið frammanundan”.

 

Kom á skeið og fá eitt gott innlit í, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit, á tínum arbeiðsplássi, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar.
Forkvinnan í føroyska Dáturáðnum, Helga á Borg, er undirvísari
Undirvísari er Helga er útbúgvin cand.jur á Københavns Universitet í 2008 og gjørdist advokatur í 2011. Hon hevur arbeitt í nógv ár innan advokatvinnuna í Keypmannahavn og eisini í danska Fíggjareftirlitinum.
Helga arbeiðir til dagligt sum advokatur á Advokatskrivstovuni, har hon fæst við flestu rættarøki, tó fyllir vinnulívsrættur mest. Hon veitir eisini í sínum dagliga arbeiði ráðgeving innan persóndatarætt, herundir GDPR.

Í mars 2019 tók Helga eina eftirútbúgving innan persóndatarætt/GDPR og fekk CIPP/E certificering.

Síðani 1. juli 2020 hevur hon verið forkvinna í føroyska Dáturáðnum.

Fá vitan og ítøkilig amboð heim við
Á skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av nýggju dátuverndarlógini, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í nýggju lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar.
Tekna teg til skeiðið, sum verður 29. oktober, HER! Tú kanst eisini ringja til Synergi á tlf. 322355 ella senda teldupost annika@synergi.fo