Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gevið tilsøgn at byggja Húsarhaldsskúlan nú!!

Eyðgunn Samuelsen, Løgtingskvinna.

Nú hoyra vit aftur umberingar frá Jenis av Rana um, hví byggingin av Húsarhaldsskúlanum IKKI ENN er byrjað, hann sigur m.a at heimild bert er til at játtað 21 mió og tað er ov lítið og tí má lógin broytast.

Hetta visti JENIS longu á heystið 2021, tí í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022 stendir at lesa á s. 249 :
” Eftir at verkætlanin hevur verið í útboði, vísir tað seg, at verkætlanin er DÝRARI enn mett. Endalig støða er ikki tikin til, hvussu farið verður víðari, herundir um neyðugt verður at broyta heimildarlógina.”

Tað hevði sostatt borið til í 9 mánaðir, at broytt lógina og játtað neyðuga peningin.

Nú er nokk bíða ! eg vil herviði at heita á samgonuna um at fáa hetta málið avgreitt nú, uttan uttanumtos og spurningar, ið tit hava havt 3 ár at fáa svaraðir. Hendir onki nú má eg tíverri ásannað, at yvirskriftin til grein mína síðsta heyst framvegis er sera aktuel !! 

Sí grein niðanfyri