Uppskotið hjá undirritaðu um Veðurstovu í Klaksvík feldi samgongan. Hetta hevði annars havt arbeiðpláss við sær.
Uppskotið um at byggja bíðirúm á Syðradali feldi samgongan. Hetta hevði annars bøtt munandi um umstøðurnar hjá kalsoyingum.
Akstovuna flytir samgongan úr Klaksvík. Tað kemur fram í svari til fyrispurning frá undirritaðu. Landstýrismaðurin svarar m.a. at ætlaninner at samla virksemið hjá Akstovnuni á einum væl hóskandi stað ímillum verðandi sýnshallir í Klaksvík og í Runavík.
Vegin millum Hattarvík og Kirkju vil samgongan ikki asfaltera, kemur fram í svari frá landsstýrismanni til undirritaðu. Sambært landsstýrismanninum er vegabreytin í hamiligum standi, og tú verður asfaltering ikki raðfest.
Hetta eru bara nøkur dømi um viðurskifti, ið høvdu gagnað Norðoyggjum, men sum samgongan forðar fyri.
Eg veit væl, at talan er um uppskot og fyrispurningar frá andstøðuni, men summi uppskot eiga vit kunna verða samd um.




